Advokatyrki

Angra eitt húsakeyp

Angra eitt húsakeyp: 

Nú ber til at angra eitt húsakeyp innan ávísa stutta freist, 6 dagar, frá tí at keypsavtala er gjørd ella seljarin hevur tikið av keypsboðnum. Men at gera iðranarrættin galdandi kostar 1 % av keypsprísinum. Iðranarrætturin skal vera framkomin innan freistin er úti. Minst til, at tað skal gerast skrivligt.

LØGTINGSLÓG NR. 137 FRÁ 6. OKTOBER 2011 UM BRÚKARAVERND Í SAMBANDI VIÐ AT KEYPA OG SELJA FASTOGN O.A. (er sett í gildi frá 1.jan 2012)


Eitt alternativ til iðranarrættin í lógini er

Advokatfyrivarni

Ynskir tú sum keypari at hava ein møguleika at hugsa teg væl um í samband við húsakeypið, so kann viðmælast  ístaðin at fáa sett inn í keypsavtaluna eitt fyrivarni, sum gevur tær høvi til, fyrr nógv minni pening at fáa gjøgnumgingið avtalugrundarlagið. Orðingin eigur at vera henda: 

Undirskrift keyparans á hesa keypsavtalu er treytað av, at advokatur keyparans góðkennir avtaluna í síni heild. Góðtøkan skal verða fráboðað seljara og/ella seljaraumboðið í seinasta lagi tann xx kl. xx. Um góðkenningin ikki er framkomin til tíðina, er keypsavtalan at rokna sum burturdottin uttan kostnað fyri keyparan.

Kostnaðurin av hesum er munandi lægri, enn um tú skal rinda tað upphædd, sum lógin ásetur í samband við nýtslu av iðranarrættinum og sum er 1 % av keypspeninginum.


Djúpagilsvegur 14
FO- 188 Hoyvík

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo