Konfliktmekling

Arvur og mediatión

Systkin møtast at tosa um at býta tað jarðiska góðsið eftir foreldrini. Ein óvanlig og trupul støða. Ein støða, sum lættliga kann gerast hættislig fyri alt framtíðar samskifti millum arvingarnar.

At býta materiell virði kann í sjálvum sær vera trupult, og uppaftur truplari gerst hetta, tá snýr seg um arv, tí her eru sterkar persónligar kenslur íblandaðar.

Kenslur, sum tey eftirsitandi á einhvønn hátt ótalað hava sínamillum, og sum eisini ganga aftur til viðurskiftini teirra við forleldrini.

Hesar kenslur í arvabúgvum hava trong kor, tá materiellu lutirnir skulu deilast. Kenslurnar koma "í klemmu", so at siga. Alt ov ofta sæst í arvabúgvum, har trupulleikar eru, at býtið um arvalutirnar meiri er stýrt av undirliggjandi óloystum ella óviðgjørdum kenslu- og samskiftistrupulleikum, enn av veruligum ósemjum um teir einstøku arvalutirnar.

Hvussu ofta hoyrast ikki orðini - "also tað er ikki málaríið, jørðin etc., sum er hevur tann stóra týdningin - men tað er mátin, tað verður gjørt uppá", sum er trupulleikin. Og útsagnir sum at :fólk eru frek, egoistisk, ongantíð hava hjálpt til, ongantíð eru nøgd, altíð bara hava kravt, verið forkelaður etc. etc., eru dømi um viðurskifti, sum gera alt samskifti um býtið av ognarlutunum sera trupult. 

So at fáa býtt eitt arvabúgv, har nógvar truplar kenslur liggja millum tey eftirsitandi, er trupult, um hond ikki verður tikin um henda partin av arvaviðgerðini eisini. Rúm er ikki fyri dialogi í skiftirættinum, sum hevur til uppgávu at fáa arvin býttt skjótast gjørligt.

Yvirornað hava arvingarnir eitt felags ynski um eitt virðiligt samskifti framyvir, og eitt virðiligt samskifti fæst ikki, um arvabýti endar við einum stríðið, sum slítur tað samskiftið, sum var. Fleiri syndarlig dømi eru um júst tað. 

Tað er ikki lætt fyri nakran at býta arv, men tað skal gerast fyrr ella seinni.

Júst til arvaskifti er brúkið av triðjapersóni, sum hevur mediatorførleika, ómetaliga upplagt. Mediator syrgir fyri, at øll koma til orðanna, øll fáa høvi at greiða frá teimum tankum og ivamálum, sum arvabýti hevur elvt til, og øll fáa høvi at lurta eftir hugsanum og sjónarmiðum hjá hvør øðrum. Mediator syrgir fyri at tosingarlagið er virðiligt fyri allar partar.

Úrslitið er ein avtala, sum partarnir sjálvir gera. Og tað best av øllum - ein slík avtala styrkir relatiónina og viðvirkar til eitt virkið samskifti framyvir millum arvingarnar.


 

 

 



 

    


Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo