Advokatyrki

Arvur við ongum testamenti


Hvussu verður arvað, um testamenti ikki er gjørt.


Hjúnafelagar við ongum børnum:
Eftirsitandi hjúnafelagin arvar alt eftir hin.

Eftirsitandi hjúnafelagin eigur helvtina og arvar hina.
Neyðugt er ikki við testamenti, og eftirsitandi hjúnafelagin yvirtekur alt búgvið.

Tosað verður ikki her um at sita við óskiftum búgvi. 

 

Eftirsitandi hjúnafelagi og børn:
Um eftirsitandi hjúnafelagin velur at skifta (heldur enn at sita
við óskiftum búgvi), kanska tí serbørn eru eftir tann deyða:

Børnini arva 2/3  eftir tað av foreldrunum, sum farið er,
altso 2/3 av 1/2 av samlaða búnum:          1/3 av øllum.

Eftirsitandi hjúnafelagin eigur helvtina og
arvar 1/3 av hinari helvtini:                          2/3 av øllum.

 

Um eftirsitandi hjúnafelagin velur at sita við óskiftum búgvi:

Arvurin fellur til gjaldingar, tá seinni hjúnafelagin doyr soleiðis.
Tá longrilivandi doyr arva børnini alt.


Støk við børnum:
Børnini arva alt.

Støk við ongum børnum:
Foreldrini arva fyrst, og um hesi ikki eru,
so systkinog arvingar teirra.

 


Djúpagilsvegur 14
FO- 188 Hoyvík

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo