Advokatyrki

Áseting av kostnaðinum

Advokatkostnaður er ymiskur fyri vinnuligar og privatar kundar.
Siðvenjan hevur verið at áseta advokatkostnaðin í procentum í mun til tær peningaupphæddir/virðir, sum málið snýr seg um. Jú hægri virði tess hægri samsýning. 

Seinni árini er líðandi farið frá hesum  til ístaðin at áseta kostnaðin sambært tímanýtslu, so at samsýningin stendur betur í mun til arbeiðsorkuna.

Tímataksturin fyri vinnuliga ráðgeving er tó framvegis ofta hægri enn ráðgeving til privat, hetta tí at
  • advokaturin krevur hægri tímagjald fyri handfaring og ábyrgd av stórum pengavirðum
  • vinnufyritøkan hevur betur ráð at gjalda
  • vinnufyritøkan dregur advokatkostnaðurin frá sum rakstrarkostnað
  • vinnufyritøkan fær mvg´ið endurgoldið
Herumframt er galdandi fyri bæði vinnuligar og privatar kundar, at procentásetta gjaldið framvegis verður nýtt við síðuna av tímagjaldinum.


Djúpagilsvegur 14
FO- 188 Hoyvík

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo