Advokatyrki

Bindandi boðgeving?


Galdandi rættur, tá ikki annað er avtalað

Keypari sum gevur keypsboð, er bundin av hesum, um seljarin tekur av.

Keyparin, er tó bert bundin í so langa tíð, sum rímiliga kann gevast seljaranum at fáa boðið og taka støðu til tað, tvs. vanliga max. 1-2 dagar.

Ynskir seljarin fleiri upplýsingar frá keypara, t.d. um fígging, yvirtøkudag  v.m., so verður freistin roknað frá tíð degi, seljarin hevur fingið hesar upplýsingar.

Onki er tí í vegin fyri, at keyparar, sum hyggja at fleiri húsum, kunnu rokna seg leysar av givnum boðum, sum seljararnir ikki hava ackepterað innan tað rímiligu ásettu tíð, og sostatt kunnu bjóða uppá onnur hús samstundis.

Avtalað freist fyri boðgeving (deadlines)

Bæði seljari og keypari kunnu áseta tíðarfreist fyri boðgevingini. At áseta eina freist kann vera eitt praktiskt fyribrigdi, men líka ofta liggur í hesum ein roynd at pressa hin partin:

  • Seljarin treytar søluprísin av, at boðið verður innan ávísa freist
  • Keyparin treytar sítt keypsboð av, at tikið verður av innan ávísa freist

 





 


Djúpagilsvegur 14
FO- 188 Hoyvík

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo