Dømast til felags foreldramyndugleika

16.01.2015

Í Degi og Viku í gjár var greitt frá, hvussu bæði foreldrini varveita foreldramyndugleikan á børnunum í samband við separatión/hjúnaskilnað, Um annar mótmælir hesum, so avger Føroya Rættur, hvør av foreldrunum skal hava foreldrarættin. Rætturin í Føroyum kann ikki døma til felags foreldramyndugleika. Tað kann rætturin í Danmark gera.

Er løtan komin til broyting, so at rætturin skal kunna døma foreldur til at hava felags foreldramyndugleika - hóast tey sjálvi ikki eru samd um tað.? Ikki sørt, tað skurrar í oyrunum - at døma til samstarv! Sum eisini framgekk í somu sjónvarpssending so eru dómsmyndugleikarnir vorðnir meiri varnir við at døma til felags foreldramyndugleika, enn gjørt var í byrjanini, tá lógin kom í gildi.

Intentiónin um felagsforeldramyndugleika er góð:
at styrkja rættin hjá barninum til at at varveita tilknýtið til bæði foreldrini 
at styrkja foreldranna tilvitan um rættin hjá barninum til bæði foreldrini
at styrkja áhugan hjá foreldrunum at samstarva um børnini - nú bæði hava somu rættindi

Hetta merkir:
- Bæði foreldur kunnu framvegis bera heiti foreldramyndugleikahavari.
- Foreldrini hava sama rætt og somu skyldur mótvegis barninum.
- Hesin líkarætturin hevur sum fortreyt, at foreldrini megna uppgávuna sum foreldur.
- Foreldrini "noyðast" at samstarva.

Also ein lóg sum bæði skal taka atlit til tørvin hjá barninum og hjá báðum teimum vaksnu. Politisku intentióninar eru góðar og juridisku rammurnar lagdar, men eru foreldrini við hesi lóg nú betur før fyri at samstarva og vísa ábyrgd - ella tørvar teimum hjálp hertil.

Konfliktir eru íbygdar eini separatións-/hjúnaskilnaðarstøðu og nógv foreldur hava stórar trupuleikar at handfara støðuna - og ofta rinda børnini prísin, og tað eru eisini nógv foreldur, sum áttu at hava leitað sær hjálp, men sum ikki gera tað. Her kemur eisini ein fíggjarspurningur inn.

Foreldur eiga at loftast, áðrenn konfliktir teirra verða sleptar leysar. Nakað er gjørt á økinum, men ikki nóg mikið. Frá almennari síðu eigur aktivt at fáast fatur í hesum foreldrum og børnum teirra, sum í kreppustøðuni eru illa før fyri eisini at handfara konfliktstøðuna.Hetta kann gerast við lógarverki - og har pengar fylgja við.

Økið sum eitur familjur og børn má hugsast og fíggjarliga prioriterast heilt øðrvísi enn gjørt verður í dag, um broyting skal koma í. Og tá specifikt verður tosað um børn, hvørs foreldur fara hvør til sítt, eigur aktivt at fáast fatur á hesum foreldrum - at fáa tey at tosa saman. Tey eiga at fáa møguleikan saman at útgreina støðuna tey eru í og fáa eina greiðari og kanska eisini eitt sindur øðrvísi mynd av støðuni. Slíkt kann gerast við samtalu, konfliktmekling, sum kann gerast eitt gott grundarlag undir framtíðar samstarvi.

Í Norgi er ein tvingsil um samtalu, konfliktmekling, lagdur inn sum buffari í hjúnabandsmálum. Fólk skulu hava verið til konfliktmekling, áðrenn tey kunnu lógliga separerast ella skiljast. 

Tað er ikki heilt lætt hetta, at fáa fólk sum eru í svárari konflikt og kreppu at tosa saman. Og institutionaliseringin í Noregi verður eisini kritiserað. Tað kann kennast sum "tvingsil", men verður tað gjørt á rættan hátt, so eiga partarnir at kenna seg hava ræði á, hvat tosað verður um, og at tað ikki ein triðjipersónur, sum avger, hvat sigast skal og ikki, ella hvat endamálið skal vera. Eigaraskapurin til, hvat tosast skal um og til hvat henda skal, er ótrúliga avgerandi.

Spurningurin er undir hvørjum formi slíkt kann setast í verk - og hvør skal gjalda?Pengarnir til slíkt konstruktivt arbeiði kunnu lættliga haldast upp móti almennum útreiðslum til barnaumsorgan, alm. forsorg, sjúkrahús, rættarverk o.a., men eiga í veruleikanum at haldast upp móti menniskjalagnum smáum sum stórum.




Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo