Konfliktmekling

Ein samráðingarháttur


Trætumekling er ein samráðingarháttur at loysa ósemjur og trætur, sum partar, sum hava óloystar trætur, kunnu avtala at royna. Partarnir geva seg tá eisini undir reglurnar galdandi fyri trætumekling.

Í trætumekling fáa partarnir høvi til undir leiðslu av óheftum meklara eftir serligari skipan at tosa seg til sættis. Partarnir greiða frá og lurta og seta seg inn í sjónarmiðini hjá hvør øðrum. Egin sjónarmið eisini kunnu ávirkast og nýggir møguleikar fyri semjuloysn koma undan kavi. Ofta endar meklingin við at partarnir gera eina avtalu um, hvussu samskiftast skal framyvir.

Meklingin fer fram í trúnaði, og partarnir binda seg til ikki at bera víðari nakað av tí, sum fram fer undir meklingini, uttan so at annað er avtalað. Sama er galdandi fyri meklaran. Trúnaðarkravið er fortreytin fyri at fáa bygt upp tað álit, sum samskifti undir meklingini krevur.

Trætumeklingin er sjálvboðin, og heldur tí bert áfram so leingi partarnir ynskja at luttaka.

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo