Advokatyrki

Ókeypis rættarmálsførsla (frí process)

Ókeypis rættarmálsførsla er bert galdandi fyri rættarmálsførslu fyri dómstólin.

Ókeypis rættarmálsførsla merkir, at tú kann fáa endurgoldið útreiðslur til egnan advokat til at leggja rættarmál fyri teg, men um tú tapir rættarmálið so kanst tú rokna við at fáa álagt at rinda málskostnað til mótpartin - og tað fevnir ókeypis rættarmálsførlan í Føroyum ikki um.

Ókeypis rættarmálsførsla fæst bert, um inntøka tín ikki er hægri enn ávísa upphædd, íløtuni kr. 294.000 fyri stakan persón, og kr. 374.000 um tit eru tvey sum reka felags húsarhald.

Ókeypis rættarmálsførsla krevur góðkenning frá Ríkisumboðnum, sum skal gera eina meting um, hvør rættarmálið er "rímiligt" t.e., at útlitini fyri at fáa viðhald metast góð. 

Ókeypis rættarmálsførsla fæst í høvuðsheitum bert til privat persónar og ikki til vinnufyritøkur.

Ókeypis rættarmálsførsla fæst ikki til øll sløg av rættarmálum.

Tú fær gjøllari at vita um møguleikar tínar við at venda tær til mín. 



Djúpagilsvegur 14
FO- 188 Hoyvík

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo