Lurta ikki ov nógv eftir ryggklapparum!

06.01.2014

Vónandi eitt ár, har enn minni verður brúk fyri rættarmálsførslu, tí samráðingarvegurin verður nýttur í staðin. Jú tað er so, so løgið og skilaleyst tað eisini er, at tað er lættari at fasthalda og upptrappa eina trætu, heldur enn at trappa niður. Tað krevur meiri dirvi og er heldur ikki lætt, at taka uppaftur samtaluna, tá tvístøða er.

Lurti eftir teimum, sum ikki bara geva tær viðhald, tá tú er í eini konfliktstøðu og minni eftir ryggklapparum. Heldur ikki tað er so lætt og líkatil.

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo