Grindadráp er ikki ein sjálvfylgja

07.08.2015

Grindalógin ber í ov stóran mun brá av at vera gjørd við Sea Shepherd í huga, og kemur hatta við fráboðanarskylduni tí eisini heilt skeivt fyri. 

Við aðrari tilgongd (fraiming) til grindadráp, also við at vit viðurkendu at grindadráp ikki bara er ein aldargomul sjálvfylgja, men ein rættur vit halda fæst við, kundi verið uppnátt tað sama, t.d. um sagt varð nakað soleiðis :

"Ikki má farast undir at reka grind ella á annan hátt órógva hana fyrr enn hetta er fráboðað á rættað stað frammanundan."

Ein slík orðing hevði verið meiri tíðarhóskandi í ár 2015, nú spurningar verða settir við dráp av djórum yvirhøvur av fólkum, sum nærmast religiøst fylgja hesum sjónarmiðum - líkamikið hvørji mótargumentini eru.

Vit mugu ásanna, at tíðarrákinum og at esktremismuni flættast ikki við, men at fleirtalið í ein upplýstum samfelag ofta lurtar eftir góðum argumentum, sum verða rætt framborin.

Nú hava nøkur tilvildarliga valt hvalin sum teirra maskot í teirra religión um djóradráp. Tann býtta orðining í lógini um fráboðanarskyldu, verður av hesum fólkum sjálvsagt nýtt sum enn prógv um, hvussu eldhugaðir føroingar eru at drepa grindahvalin. Sig frá beinanvegin tú sær eina grind, so vit kunnu fara eftir henni!




Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo