Konfliktmekling

Hvørjar trætur hóska til mekling

Flestallar trætur, sum krevja eitt samskifti, ein dialog millum partarnar til tess at verða loystar. Mekling er ikki avmarkað til ávís økir, og er eins vælhóskandi í vinnuviðurskiftum sum á privat økjum.

Sí her, hvørjar trætur kunnu vera. 

Nógvar trætur byrja ikki sum rættarligar trætur, men umskapast og smalkast í einum vánaligum samskifti og enda misskilt við at verða tulkaðar einamest sum ein spurningur um rætt ella skeivt og enda tí í rættinum.

Meklarin gevur vegleiðing og metir um, um trætan er hóskilig til mekling. Eitt krav vil vanliga vera, at trætan er so mikið ítøkilig og avmarkað, at staðfestast kann hvørjir partarnir eru, sum skulu til mekling.

Trætur umskapast

Nógvar trætur byrja ikki sum rættarligar trætur, men umskapast og smalkast í einum vánaligum samskifti  og enda misskilt við at verða tulkaðar einamest sum ein spurningur um rætt ella skeivt!  


Hjásitar, advokatar, familja og onnur

Trætumeklarin er serfrøðingur í mekling, ikki í trætuevninum, og fær í ljósmála ymisku áhugamálini hjá pørtunum. Dentur verður lagdur á, at tann, sum eigur trætuna er høvuðspersónurin, men forðar hetta ikki fyri, at parturin kann hava hjásita og ráðgeva, t.d. advokat. Leikluturin hjá advokatinum verður her tó ein annar enn í einum rættarmáli.


Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo