Heinta inn skuld

Incasso - Ókeypis uttanrættarlig innheinting

Kennir tú teg aftur í hesum:

  • Útistandandi peningur er ein trupulleiki
  • Rykking eftir útistandandi peningi er ein troyttandi partur av gerandisdegnum
  • Ov stórar avskrivingar av áogn er ein vaksandi trupulleiki
  • Tað kostar at fáa advokat at innheinta útistandandi pening

Hetta nýtist ikki at vera so, og er tíðin kanska komin at royna nýggjar leiðir at finna tær hjálp til innheintingina.

Advokatarnir Hentze bjóða ókeypis uttanrættarliga innheinting.

Vit átaka okkum at innheinta skuldina fyri tygum við skrivlgium rykkjara og tel. kontakt.

Hetta er ókeypis fyri tygum, tí skuldarin fær álagt at rinda kostnaðin í málinum. Vit fáa onga samsýning, fyrr enn vit hava innheintað tykkara krav hjá skuldara, og rindar skuldarin ikki og málið endar uttan at vera fylgt upp rættarliga, er tað uttan kostnað fyri tygum. Hetta er samstundis tygara trygd fyri, at vit seta neyðugu orkuna í at innheinta tykkara krøv.

Ongar avmarkingar eru á, hvussu nógv krøv kunnu latast okkum til ókeypis uttanrættarliga innheinting. Hesar treytir krevjast tó uppfyltar:

  1. Kravið má ikki verða meira enn 1 ára gamalt
  2. Skuldarin skal ikki hava mótmælt kravinum
  3. Ein rykkjari við inkassoávaring skal frammanundan verða sendur skuldaranum

Okkara royndir vísa, at gjaldsevnini hjá skuldarum skjótt kunnu broytast, og leggja vit dent á og orku í við skrivligum og telefoniskum sambandi at fáa peningin goldnan, uttan at neyðugt verður við rættarligum stigi.

Sum advokatfyritøka arbeiða vit tí út frá tí fortreyt, at ein skjót og saklig innheinting gevur bestu úrslitini. Neyðugt kann tí gerast at fylgja innheintingini upp rættarliga, um uttanrættarligu royndirnar ikki geva úrslit.

Vit teimum fakligu førleikum og møguleikum advokaturin hevur til innanrættarliga uppfylging av málinum, so er hetta eisini ein trygd fyri at rætt verður farið fram – og uttan drál.

Innheintingin er uttanrættarlig, so leingi stig ikki eru tikin til stevning fyri Føroya Rætt

Rættarlig innheinting

Rættarligt stig við stevning kann gerast neyðugt um samband ikki fast við skuldaran, skuldarin sigur seg ikki kunna gjalda yvirhøvur, ella skuldarin noktar at gjalda.

Við rættarligum stigum verður kostnaður at gjalda eisini fyri tygum, sum innheintað verður fyri.  Stig verða tí ikki tikin til stevning uttan góðkenning tygara.

Tá stevning verður latin rættinum skal gjaldast rættargjald.  Eru mótmæli móti kravinum gerst veruligt rættarmál, sum hevur við sær sakarmálskostnað. Úrlsitið av rættarmálinum avger í hvønn mun hvør av partunum skal bera sakarmálskostað til advokatar.

Ein stóru partur av innheintingarstevningum í rættinum enda við hinvegin við einum fráverudómi. Skuldarin hevur ikki latið við seg koma og dómur verður sagdur sambært kravi tygara og málskostnaður og rættargjald verða áløgt skuldaranum at gjalda. Fæst peningurin tá inn frá skuldara, kostar hetta ikki tygum sum kravánara kostnað yvirhøvur.

Dómurin staðfestir krav tygara og at tað ikki fyrnast fyrr enn eftir 20 árum. Við dóminum í hendi kann farast víðari í rættarskipanini – um skuldarin framvegis ikki rindar – til fútarættin, sum boðsendur skuldaran at greiða frá fíggjarligu viðurskiftum sínum og møguleikunum fyri gjalding ella gjaldsavtalu, samstundis um kravið verður tryggja við  úttøku í møguligu ognum skuldarans við atlitið til tvingsilssølu.

Verður farið allan vegin í fútarættin og málið endar úrslitaleyst – at skuldarin onki rindar, verður málskostnaður álagdur tygum sambært galdandi rættartakstum og fyri tímanýtslu. Tað er tí av týdningin at hava eitt tætt samskifti um, hvussu langt skal farast í royndini at innheinta peningin, so at góður peningur ikki verður kastaður eftir ringum peningi.


Djúpagilsvegur 14
FO- 188 Hoyvík

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo