Gerst mediator  

Intensivt skeið í mediatión, konfliktmekling

Ósemja ger samtalu trupla. Íblandaðar kenslur, vaksandi misálit, mistulkingar og óheppið tosingarlag, fastlæsa støðuna, so ilt er at halda áfram at tosa. Um partarnir framhaldandi skulu samstarva ella hava samband, er ein loysn neyðug. Mediatión er eitt sera gott val til konfliktloysn!

Mediatión er samtala /dialogur millum ósamdar partar, skipað undir leiðslu av mediator, sum leiðir samtaluna so, at partarnir fáa høvi sjálvir at loysa ósemjuna og hygga frameftir.

Meklarin eigur ikki lut í konfliktini, hevur kunnleika til konflikthandfaring, høvdið er kalt, og høvið at stýra samskiftinum er tí serstakt.

Útbúgvingin styrkir samstundis tín egna førleika at samráðast og avlesa konfliktstøður.

Teoretiska undirvísingin fevnir um:

  • Konflikt fatan. Ymiskar konfliktloysnir. Egnan leiklut í konflikt. Konfliktmynstur.
  • Konfliktupptrapping og -avspenning.
  • Evnini at lurta og tosingarlag.
  • Dialogur og samráðing. Hvørjar fellur eru - hvat er ikki dialogur
  • Hvussu kann leiðarin nýta mediatión og mediatiónsamboðini
  • Mediatión innan ymisk øki
  • Hví mediatión virkar og hvørjar treytirnar eru fyri mediatión.
  • Hvørji sereyðkennini eru við mediatión.
  • Nágreinilig gjøgnumgongd av mediatiónsstigunum.
  • Leikluturin hjá pørtunum og meklara.
  • Førleikakrøv til meklaran.
  • Etiskar reglur.

Málbólkur:
Einhvør, sum hevur tørv á betri kunnleika at handfara konfliktstøður, at tosa, lurta og samráðast og sum hevur ábyrgdina av at handfara tvístøður millum fólk á skilagóðan hátt.

Umframt at fáa førleikan at virka beinleiðis sum mediator, triðjipersónur í eini konflikt, fæst grundleggjandi innlit í, hvussu ein við egnum atburði og málburði ávirkar eina tvístøðu. Undirvísingin mennir eisini eins egnu evnir at samráðast konstruktiv.

Dømi um málbólkar:

  • Fólk í leiðslustørvum, privat og alment
  • Privata vinnan sínámillum
  • Fjølmiðlafólk
  • Skúlaverkið (skúlamekling, happing, samstarv við foreldur o.a.)
  • Løgreglan  (samskifti við og millum gerningspersón og offtur)
  • Advokatar og dómarar
  • Fakfelagsumboð, álitisfólk
  • Barnavernd (samskifti við foreldur, børn, avvarðandi, fosturforeldur)
  • Kommunur og land - samskifti við borgaran
  • Politikkarar

Skeiðið er hesar dagar:

Viku 40:
04. okt. 2011  (týsdag.)   :  kl. 13.00 - 16.00
Teorisk kunning um konfliktfatan, konfliktmynstur og konflikthandfaringarhættir. Lesast skal tilfar til henda teoretiska partin.  

07. okt. 2011  (fríggj.d..)   :  kl.  13.00 -16.00
Atburður, tosingarlag  og hegni at handfara konfliktstøður.
Hvat er konfliktmekling. Hvat eyðkennir hesa og hvussu kann hon nýtast.

Vika 42:
18. okt. 2011 (týsdag)      :  kl. 13.00 - 16.00
Video, rolluspæl og teori

21. okt. 2011 (fríggj.d. )    :  kl. 13.00 - 16.00  
Fortreytirnar fyri dialogi og krøvini til meklaran. Etiskar reglur.

Vika 43:
26. okt. 2011 (mikud.)      :  kl. 8.30 -12.00 og 13.00 -16.00
Rolluspøl, teori og etiskar reglur

27. okt. 2011 (hósd.)        :  kl. 8.30 -12.00 og 13.00 - 16.00
Rolluspøl og teori og etiskar reglur 

28. okt. 2011 (fríggj.d.)      :  kl. 8.30 -12.00 og 13.00 - 16.00
Rolluspæl, mediatiónshættir, mediatión innan ymisk øki, teori og video


Avmarkað luttøka:
Til tess at luttakararnir skulu fáa høvi veruliga at royna seg sum meklarar, er luttøkan avmarkað til 10 persónar.

Kostnaðurin:
Pr. persón kr. 10.800 + mvg - ella kr. 13.500,- við mvg. Matur á middegi er íroknaður teir 3 dagarnar, rolluspølini eru. Aftrat kemur kostnaður fyri keyp av 2 bókum, uml. kr. 500,- . Annað tilfar er íroknað skeiðsgjaldinum. Skeiðsprógv verður latið.

Skeiðið og kostnaður eru treytað av nóg stórari luttøku.

Tilmelding: hjá Turið Debes Hentze, tdh@hentze.fo

Undirvísari:

Turið Debes Hentze, advokat og mediator, m.m.c.r.


Djúpagilsvegur 14
FO- 188 Hoyvík

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo