Advokatyrki

Hvør skal skriva skeytið?


Skeytið og sjálvstøðug umboðan

Sjálvstøðug umboðan í samband við húsakeyp er ein sjálvfylgja, um tú sum keypari vil tryggja teg best møguligt og vil kenna teg tryggan í hesum handli.

Tann, sum selir húsini umboðar seljarans áhugamál, og tey eru ikki tey somu sum keyparans, sí tað, sum er skrivað her.

Seljaraumboðið handlar vegna seljara og umboðar áhugamál seljarans, sum er at fáa best møguligan prís fyri húsini. Seljaraumboðið, meklarin, umboðar ikki keyparan.

Keyparin sum hevur kritiskar spurningar ella kanska heldur ikki veit ella kennir seg ótryggan í keypistøðini, skal syrgja fyri at fáa sær sjálvstøðuga umboðan, advokat. Um rætt verður atborið, so kostar hetta ikki keyparanum eyka, umframt at sjálvstøðug umboðan gevur ein tryggari og betri handil fyri bæði seljara og keypara, so sleppast kann undan mótmælum aftaná yvirtøkuna um at húsini t.d. ikki vóru í tí standi, sum keyparin helt seg hava keypt tey í.

Kapping um skeytir

Tann einasti sum missir nakað við hesum er seljaraumboðið, meklarin/seljaraadvokaturin, sum ístaðin fyri at fáa ómaksløn frá bæði seljara og keypara, nú bert fær ómaksløn sína goldna frá seljaranum. Keyparin rindar til sítt egna umboð ístaðin fyri til seljarans umboð.

Um seljarin býður sær til at skrivað skeytið tína vegna, so eigur tú at vita, at hetta fyri seljaran meiri er ein ekspeditiónsspurningur, og at seljarin ikki ger hetta sum tín vegleiðari og ráðgevi.  Vert er at leggja til merkis, at stóru meklarafyritøkurnar, sum eru seljaranna umboð, í dag framhaldandi seta sum treyt fyri at taka móti keypsboði tínum, at tú samstundis bindir teg til at lata meklaran greiða handilin tína vegna, og also skal fráskriva tær rættin at fáa tær sjálvstøðuga umboðan.

Hetta er ein sera óheiðurligur háttur at umseta hesi stóru virði við hesi treyt, og letur seg bert gera, tí vit onga lóggávu hava um vinnuliga sølu av fastogn. Meklarafyritøkan P/f Inni segði herfyri í Kringvarp Føroya, at hóast henda treytin stendur skrivað í boðskjali teirra, so skal hon ikki takast so álvarsamt - men treytin stendur framhaldandi í boðskjali teirra.

Eg vil tí mæla til, at tann sum ætlar at bjóða uppá hús, beinanvegin, tá bjóðast skal at venda sær til advokat at umboða seg. Við hesum fært tú sjálvstøðuga umboðan og hon kostar tað sama ella minni enn tann sum seljaraumboðið, annars krevur av tær.

Bíligari og betri við sjálvstøðugari umboðan.

Kostnaður mín fyri at umboða keyparan og greiða skeyti er hálvur prísur av tí, sum annars er vanligt á føroyska markanðinum í dag, tvs. ½ % ístaðin fyri 1 % av kostnaðinum (umfr. mvg). Fyri henda prís fær tú herumframt eina munandi betri tænastu enn hana sum seljaraumboðið kann bjóða tær.

Tørvandi lóggáva.

Á økinum fastognarsøla valdar samanblanding av áhugamálum og tørvandi gjøgnumskygni, sum ikki bert kann vera keyparanum at skaða, men eisini seljaranum, t.d. um meklarin hevur serligan áhuga fyri einum keypara framum ein annan. Hetta kann m.a. vera, at meklarin veit at keyparin ikki fær sær sjálvstøðuga umboðan (og meklarin sostatt eisini fær skeytikostnað frá keyparanum) ella keyparin ætlar at fíggja keypið í peningastovninum sum meklarin er knýttur at (og meklarin sostatt fær serliga provisión fyri hesa fígging). 

Her eru ikki smáar upphæddir vit tosa um: 1,5 % frá seljara og herumframt 1 % inn frá keypara eisini av einum sethúsavirði uppá 2 mió. gevur millum 40-50.000 fyri hvørt húsið. Men hetta letur seg bert gera so leingi lóggávan á økinum er so mangulfull.


 

 

Samband

Turið Debes Hentze,
adv. og mediator m.m.c.r.

Tróndargøta 19
FO-100 Tórshavn

Tlf.:  (+298) 61 91 91
Fax.:(+298) 31 14 90

hentze@hentze.fo 


Ognir til sølu

Tvíhús á Eiði, á Flatabø 5   
sí her 
Prísuppskot 850.000

--------------------------------------------
Sethús á Stykkinum, matr. nr. 204.
sí her
Prísuppskot 950.00