Advokatyrki

Umboðandi seljaran

Húsasøla

- Umboðandi seljarans áhugamál fevnir arbeiðið um:

Fyrireiking og útbjóðing:

  • Gera avtalu um søluhátt, fastan prís, aktiónssølu, minsta prís, hægsta boð.
  • Lýsa húsini, hvørjum standi tey eru í, og um avmarkingar ella treytir eru.
  • Áseta yvirtøkudagin við atliti at útreiðslum, rentum, trygging v.m.
  • Meta um søluprís.
  • Marknaðarføra húsini, upplýsa um húsini og treytir fyri sølu.
  • Taka móti keypsboðum og tryggja, at fíggingin er í lagi.
  • Taka móti endaligum keypsboði.


Tá søluavtalan skal nágreiniliggerast og skeyti skal skrivast:

  • Lýsa ognina sum seld verður, fíggjarviðurskiftir og hvat fylgir við søluni.
  • Taka hædd fyri manglum, ábyrgdarfráskriving fyri fjaldar manglar.
  • Áseta hvør rætti yvirtøkudagurin er.
  • Áseta møguligan rentukostnað til keypspeningurin verður goldin.
  • Áseta býti av kostnaði fyri gerð av avtalu, skeyti og tinglýsing.
  • Tryggja at fíggingin er í lagi, tá undirskrivað verður. 


Djúpagilsvegur 14
FO- 188 Hoyvík

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo