Konfliktmekling

Hvat er trætumekling

Semjuloysn við trætumekling



Hvat er trætumekling?

Trætumekling er ein samráðingarháttur, sum gevur ósamdum pørtum møguleika til undir leiðslu av meklara á virðiligan hátt at tosa seg til sættis. Meklarin er óheftur av pørtunum og áhugamálum teirra og skipar samrøðuna so, at allir møguleikar verða troyttir at finna fram til eina varandi semjuloysn. Vánaligt tosingarlag tá ósemja er, elvir lættliga til misálit og mistulkingar. Samskiftið gerst vánaligt og endar ofta í eini fastlæstari trætu, sum ilt kann vera at koma úr aftur. 

Meklarin stýrir eftir serligari skipan orðaskiftinum og gevur pørtunum høvi at koma til orðanna og lurta eftir hvør øðrum og seta seg inn í og skilja sjónarmiðini hjá hvør øðrum. Við størri innliti í áhugamálini hjá hinum, ávirkast egin sjónarmið, og nýggir møguleikar fyri semjuloysn koma undan kavi.         

Partarnir sjálvir hava ábyrgdina av loysnini, og meklarin hvørki vegleiðir, gevur ráð, sigur sína hugsan ella tekur avgerðir í málinum.

Hvørjar eru treytirnar?

Meklingin er sjálvboðin og merkir, at partarnir sjálvir velja mekling og taka á seg ábyrgdina av loysnini. Partarnir kunnu altíð velja at taka seg aftur.

Meklingin fer fram í trúnaði, og onki av tí sum sagt verður, verður borið víðari. Sama er galdandi fyri meklaran. Trúnaðarkravið er fortreytin fyri at fáa bygt upp tað álit, sum eitt opið samskifti millum partarnar krevur.

Meklarin er neutralur og ópartískur, t.e. hevur ikki áhuga í úrslitinum og hevur ikki serligt tilknýti til annan partin. Meklarin sigur ikki sína hugsan, gevur ikki ráð ella tekur støðu í málinum. Trætuna og loysnina eiga partarnir.


Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo