Konfliktmekling

Leikluturin hjá meklaranum


Meklarin er neutralur og ópartískur. Tað merkir, at meklarin hevur ikki tilknýti til nakran av pørtunum og hevur heldur ikki áhuga í úrslitinum av trætuni.

Meklarin leiðir eftir serligum leisti orðaskiftinum og gevur pørtunum høvi at tosa og lurta og seta seg inn í og skilja sjónarmiðini hjá hvør øðrum. Meklarin setir spurningar, leitar fram felags áhugamál partanna og hvørji sum skilja, og stuðlar pørtunum við uppskotum um loysnir. Meklarin hjálpir við gerð av endaligu avtaluni. 

Meklarin hvørki vegleiðir, gevur ráð, sigur sína hugsan ella tekur avgerðir í málinum, men ansar eftir, at endaliga avtalan í mestan mun gerst ein varandi loysn.


Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo