Konfliktmekling

Tosingarlag og kropsmál

 

Málið og kropsmálið hevur stóran týdning fyri, um ósemjan verður loyst á ein positivan hátt ella ikki. Ikki gita og ákæra, men spyrja og kanna. Ikki loypa á og verja, men vera opin.

Uptrappandi málbrúk 
Avspennandi  

Tú - mál  
Focuserar uppá hin.



Eg - mál
Tosar út frá okkum sjálvum:
hvussu vit hava tað, og hvussu vit fegin vilja hava tað.Hvussu vit skilja tað, sum sagt verður, og hvussu tað ávirkar okkum og síðani koma við uppskotum.
Brýtur av  Lurtar
Vísir líkasælu    Vísir áhuga
Fokuserar uppá mistøk, finnist at  Tosar um egnan tørv og egin ynskir 
Gevur hinum skuldina Tekur ábyrgd

Setir leiðandi spurningar.

Leiðandi spurningar hava ofta bert til enda­máls at fáa váttað tað, ein visti frammanundan, og verða ikki settir fyri at kanna støðuna.Til tess er ein ein opin  spurningur hóskiligur: "hvat?, "hvussu?, men helst ikki ov nógv "hví?, sum ofta hevur í sær eina ákæru.

 Brúkar opnar spurningar:  "hvat"og
"hvussu"
Tosar abstrakt, generaliserar 
Tosar konkret
Melur aftur á fortíðina
Hugsar meir um nútíðina og framtíðina
Blandar persón og mál saman  Tosar um málið, fer ikki eftir persóninum


Dialogur/kjak

Í dialogi tosa vit fyri at skilja hvønn annan og finna fram til hvussu vit kunnu byggja brýr, finna eitt felags stev.

Í kjaki er endamálið ofta tvørturímóti at draga fram tað sum skilir, at verja sjónarmið og grundgeva við at tosa fyri og ímóti, og royna at egin sjónarmið yvir hini - ella at vinna á hinum við orðum. Ofta tó bert ein stokkutur siður.

Tankar eru ikki sannleikar, men áskoðanir. Tankar verja seg, tá teir eru sagdir!

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo