Konfliktmekling

Mekling innan ymisk øki



  • Á arbeiðsplássum, millum starvsfólk og við viðskifta- fólk. Vælhóskandi til at styrkja og varveita eitt gott arbeiðslag. Um happing og sexchikanu, sí niðanfyri.

  • Millum vinnufyritøkur. Í nógvum førum vælhóskandi ístaðin fyri rættarmál. Bæði bíligari, skjótari, og meiri nøktandi fyri framtíðar sam- arbeiði.

  • Almennir myndugleikar og stovnar og tryggingarfeløg í samskifti við viðskiftafólk. Vælhóskandi til tess at fremja dialogin millum borgaran og tann ofta sterkara myndugleikan.

  • Fakfelagsviðurskifti millum fakfelag   og arbeiðs-gevara. Á arbeiðsplássum eisini um fakfelagið er íblandað. 

  • Privat viðurskifti. Hjúnalag, foreldramyndugleiki, arvaskifti. Barnaverndarmál. Granna- ósemjuro.a.

  • Skúlaverkið millum lærarar,  næmingar og foreldur.   

  • Revsirættarlig mál. Annar parturin er ákærdur ella dømdur dømdur fyri revsi- verd viðurskifti, og ein kon- frontatión millum partarnar er ynskilig, t.d. tí at tann dømdi ynskir hesa, fyri at kunna siga umskylda og vissa órættaða um, at slíkt ikki hendir aftur. Tað kann eisini vera órættaði sum setir fram ynski um konfrontatión.

  • Somuleiðis verður mekling ofta brúkt og er neyðug í samband við happing og sexchikanuá arbeiðs- plássum. Tað er ikki altíð fyri órættaða nóg mikið og nøktandi bert við eini átalu frá arbeiðsgevara ella einum revsidómi. Luftin má eisini reinsast millum partarnar, og vissa fáast fyri at hendingin ikki endurtekur seg.


Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo