Advokatyrki

Arvur

Er onki testamenti gjørt verður arvurin býttur sambært arvalógini:


Persónarnir, sum kunnu arva sambært lógini, eru:

Hjúnafelagaðar
Børn

Um ongi børn eru                     - so foreldur
Um ongi foreldur eru                 - so systkin
Um ongi systkin eru                 - so ommur og abbar
Um omma og abbi ikki eru        - so avkomar teirra til og við systkinabørn

Obs!
Ógift samlivandi arva ikki hvønn annan.



Brøkarnir eru hesir:

Hjún við børnum:

Hjúnafelagin:  1/3  av helvtini av felagsbúnum hjá hjúnunum. Hin helvtina eigur eftirlivandi hjúnafelagin.
Børnini arva:   2/3 av helvtini av felagsbúnum hjá foreldrunum.Hina helvtina eigur eftirlivandi foreldri.

Viðmerking:
Longstlivandi kann velja ístaðin fyri at skifta at sita við óskiftum búgvi, og tá verður ikki skift fyrrenn, tá longslivandi doyr.
Við skifti aftaná at longstlivandi, (sum hevur sitið við óskiftinum búgvi) arva børnini alt.

 
Serstøða er fyri hjúnafelagar við ongum børnum:
Eftirsitandi hjúnafelagin arvar alt. Tá seinni doyr, verður býtt í tvey, so arvurin fer við helvtini til hvørja familju, um ikki annað er avgjørt við testamenti.


Støk við børnum (obs !! t.e. eisini ógift samlivandi pør)

Børnini arva alt.





Djúpagilsvegur 14
FO- 188 Hoyvík

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo