Skeið og fyrilestrar
Gerst mediator
Intensivt skeið í mediatión, konfliktmekling
Mediatión er skipaður dialogur, sum gevur ósamdum pørtum møguleika til undir leiðslu av meklara/mediator at tosa seg til sættis.
Samtala kann vera trupul, tá ósemjur eru og nógvar kenslur. Misálit
og mistulkingar og óheppið tosingarlag skaðar samskiftið, og trætan
kann fastlæsast so, at ilt kann vera at koma sær burturúr aftur uttan
hjálp uttanífrá.
Mediator
hevur útbúgving sum tann uttanveltaði triðjipersónur, sum skipar
samtaluna so, at partarnir lættari gerast førir fyri sjálvir at loysa
ósemjuna og at hyggja frameftir.
Meklarin eigur ikki lut í konfliktini, høvdið er kalt og høvið at stýra samskiftinum er tí serstakt.
Trætumekling er ein samráðingarháttur at loysa ósemjur og trætur, sum hevur sum fortreyt, at partarnir ynska eina semjuloysn.
Útbúgvingin styrkir samstundis tín egna førleika at samráðast.
18. mars 2010: kl. 13.00 - 17.00
Teorisk
kunning um konfliktfatan, konfliktmynstur og konflikthandfaringarhættir. Lesast skal tilfar til henda teoretiska partin.
25. mars 2010 : kl. 13.00 -17.00
Atburður, tosingarlag og hegni at handfara konfliktstøður.
Hvat er konfliktmekling. Hvat eyðkennir hesa og hvussu kann hon nýtast.
8. apríl 2010: kl. 13.00 -17.00
Fortreytirnar fyri dialogi og krøvini til meklaran. Etiskar reglur.
14.apríl 2010: kl. 9.00 -12.00 og 13.00 -16.00
Rolluspøl, teori og etiskar reglur
15.apríl 2010: kl. 9.00 -12.00 og 13.00 -16.00
Rolluspøl og teori og etiskar reglur
16. apríl 2010: kl. 9.00 -12.00 og 13.00 -16.00
Avmarkað luttøka:
Til tess at luttakararnir skulu fáa høvi veruliga at royna seg sum meklarar, er luttøkan avmarkað til 10 persónar.
Kostnaðurin:
Pr. persón kr. 8.000 + mvg - ella kr. 9.800,- við mvg. Matur á middegi er íroknaður teir 3 dagarnar, rolluspølini eru. Aftrat kemur kostnaður fyri keyp av 2 bókum, uml. kr. 500,- . Annað tilfar er íroknað skeiðsgjaldinum.
Skeiðsprógv verður latið.
Skeiðið og kostnaður eru treytað av nóg stórari luttøku.
Tilmelding: hjá Turið Debes Hentze, tdh@hentze.fo
Málbólkur:
Einhvør,
sum hevur tørv á betri kunnleika at handfara konfliktstøður, og sum
hevur ábyrgdina av at handfara tvístøður millum fólk á skilagóðan hátt.
Umframt
at fáa førleikan at virka beinleiðis sum mediator, triðjipersónur í
eini konflikt, fæst grundleggjandi innlit í, hvussu ein við egnum
atburði og málburði ávirkar eina tvístøðu.
Undirvísingin mennir eisini eins egnu evnir at samráðast konstruktiv.
Dømi um málbólkar:
- Fólk í leiðslustørvum, privat og alment
- Privata vinnan - arbeiðspláss
- Skúlaverkið (skúlamekling, happing, samstarv við foreldur o.a.)
- Løgreglan (samskifti við og millum gerningspersón og offtur)
- Advokatar og dómarar
- Fakfelagsumboð, álitisfólk
- Barnavernd (samskifti við foreldur, børn, avvarðandi, fosturforeldur)
- Kommunur og land - samskifti við borgaran
- Politikkarar
Teoretiska undirvísingin fevnir um:
- Konflikt fatan. Ymiskar konfliktloysnir. Egnan leiklut í konflikt. Konfliktmynstur.
- Konfliktupptrapping
og -avspenning.
- Evnini at lurta og tosingarlag.
- Dialogur og samráðing. Hvørjar fellur eru - hvat er ikki dialogur
- Mediatión, sum ein háttur at finna semjur.
- Hví mediatión virkar og hvørjar treytirnar eru fyri mediatión.
- Hvørji sereyðkennini eru við mediatión.
- Nágreinilig gjøgnumgongd av mediatiónsstigunum.
- Leikluturin hjá pørtunum og meklara.
- Førleikakrøv til meklaran.
- Etiskar reglur.
Undirvísari:
Turið Debes Hentze, advokat og mediator, m.m.c.r.
