Konfliktmekling

Kostnaðurin

Kostnaðurin verður goldin sambært tímatakstinum  kr. 1600 + mvg. Henda kostnað rinda partarnir við hvør síni helvt, um ikki avtala er gjørd um annað.

Aðrar útreiðslur sum gerast neyðugar, so sum serkøn hjálp, hølisútreiðslur, kostur v.m. rinda partarnir herumframt.

Partarnir gera frammanundan avtalu um gjaldanina, og hvussu partarnir býta hesa sínamillum.

Ymiskt er hvussu long tíð roknast skal við. Summi mál kunnu avgreiðast eftir 1-2 fundir, tvs. frá 3 tímum til 8 tímar. Onnur taka longri tíð, tað velst um hvør trætan er, hvussu fæstløst hon er og sjálvandi partarnar sjálvar.

 


Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo