Loynilig avlurting - tys tys

09.01.2014

Tendensurin er, at politiið fær støðugt størri heimildir at gera kanningararbeiðið, tá illgruni er um brotsverk, uttan at hesi, sum kannað verður, yvirhøvur eru vitandi um hetta. Rættartrygdin kann tá lættliga koma í vanda. 

Ansast má eftir, at politiið í ágrýtni sínum at leita fram prógv um illgruna sín, ikki fer ov langt, og er tí nú uppfunnið eitt nýtt slag av advokatum at arbeiða vegna tað almenna - inntrivsadvokatur. Inntrivsadvokaturin skal vegna tað almenna umboða áhugamálini hjá tí mistonkta mótvegis hinum almenna partinum yvirvøldini, her politinum. Parturin eitist at umboða áhugamálini hjá tí mistonkta, men hesin advokatur má ikki tosa við mistonkta yvirhøvur, so hetta er ein sannleiki við modifikatiónum. Heldur ikki má inntrivsadvokaturin tosa við verjan hjá mistonkta, um ein slíkur er. 

Uppgávan hjá inntrivsadvokatinum er bara at ansa eftir, um hvørt politiið heldur seg innanfyri lógarkarmarnar í kanningararbeiðinum, og er sostatt eisini ein trygd fyri arbeiðinum hjá politinum.

Kanska ikki so løgið at inntrivsadvokatar kunnu kenna seg eitt sindur sum gíslar í systeminum - tess víðari heimildir lóggávuvaldið gevur løgregluni. Í Dk hava hesir advokatar fingið heiti tys tys advokatar.

Jú  ”glíðibreyt” er talan um – sum kanska ikki slepst undan, tí teknikkurin loyvir tí – nøkurlunda a la á etiska økinum, har læknavísindin eisini støðugt pressar uppá og flytir mørk.

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo