Konfliktmekling

Hvat er mekling, verður ofta spurt?


Í vanligum orðum kann sigast, at meklingin snýr seg um at fáa ósamdar partar at tosa saman, so at møguleiki gerst fyri semjuloysnum.

Loysnin verður betur, tess meiri verður tosað um viðurskifti, sum liggja meiri ella minni fjald aftanfyri ósemjuna - undir yvirflatuni - og ofta so langt undir, at partarnir ikki sjálvir hava gjørt sær far um hetta.

At fáa gond á slíkt tos og at ansa eftir, at tað ikki skeiklast ov nógv av kenslum og illgitingum, at halda tosið á rætta sporinum, er høvuðsuppávan hjá meklaranum.

Tær bestu loysnirnar eru tær, sum partarnir sjálvir finna fram til, og ikki slíkar sum ein triðjipersónur ella myndugleiki hevur álagt pørtunum, sum eitt nú ein dómstólur, gerðarrættur ella almennur myndugleiki.

Grundsjónarmiðini í mekling eru:

Partarnir eiga at vita best, hvat tænir teirra áhugamálum.
Ein loysn, sum partarnir sjálvir finna fram til, styrkir framtíðar sambandið partarnar millum.
Partarnir kenna ábyrgd á loysnini.
Loysnin er meiri varandi, tí undirliggjandi ósemjur eru tiknar við í handfaringini av ósemjuni.

Er nakað sum heldur fólki frá at royna mekling?

Ja, tað kann tykjast sum, at fólk hava trupult at við at ímynda sær, at ósemjur kunnu loysast við samtalu.

Tað kann undra, at tað kann tykjast meiri nærliggjandi hjá fólkum at fara rættarvegin enn at tosa saman fyrst. Hetta er ivaleyst eitt tekin um, hvussu trupult tað í veruleikanum er at handfara konfliktir og ósemjur á ein konstruktivan hátt.

Tað er hetta, meklarin skal vera til hjálpar við.
 


Djúpagilsvegur 14
FO- 188 Hoyvík

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo