Mjørkadalur

09.11.2009
Tað var skelkandi at hoyra løgtingslimirnar,  tá landsstýriskvinnan í almannamálum uppá fyrispurning boðaði frá ætlanum um at nýta hølini í Mjørkadali til børn og ung við serligum tørvi: "Tað kavar so illa har uppi, tað er sinnsvakt, tað er burtur frá allari sivilisation, ein oyðimørk, fyrrverandi hermannabýlið, gevur minnir um evnaveik, sum vóru flutt av landinum etc. etc. "

Hvat bagir? Loypa á leistum og protestera, og kappast um at niðurgera eitt svar frá einum fakministara, sum roynir at finna útvegir fyri, hvat gerast kann fyri hesi børn og ungu, sum hava serlingan tørv. Her vóru ikki stundir at lurta ella spyrja, men bara at illgita, niðurgera og sáa misálit.

Bumbingin av mjørkadalshúsunum
Bumbast niður, skuldi alt, bæði landsstýriskvinnan og mjørkadalshúsini og royndin at finna eina loysn, og annars var ikki eitt orð um, hvat so skuldi byggjast á toftunum ístaðin. Kanska og vónandi var hetta tann ringa samvitskan hjá fíggjarmyndugleikanum,  sum her stakk sítt høvd fram.

Løgið at ikki glógvar í onkrum politikara. Ongin talar at, ongin ivast, ongir spurningar, bara álop. Ongin sum helt, at kanska búði okkurt skilagott aftanfyri. Onki um at hetta kanska var eitt gott hugskot, at húsini og júst umhvørvið kanska var væl hóskandi til endamálið, og at okkurt arbeiði mundi liggja aftanfyri hesa ætlan. Ongin eyðmýkt yvirhøvur - bara betrivitan og illgitan - á lítlum og ongum grundarlagi.

Soleiðis hoyrdi eg tað í øllum førum í útvarpinum, sum so frøist yvir at enn ein ræðusøga so ómakasleyst tikkar inn á telduna, og spælir so hasi idiotisku klippini úr tinginum umaftur og umaftur, og vil hava at vita hvat fólk halda um tað, "at her hava hermenn búð, ein fyrrverandi herstøð - til børn"

Sjálvt um hetta bara var ein spyrjitími, so sigur hesin atburður í tinginum alt ov nógv um vánaliga klimaið millum politikararnar. Hvussu kann nakað skilagott arbeiði spyrjast burturúr slíkum vánligum arbeiðsklima?

Loypa á eina yvirskrift
Hví tosa okkara fólkavaldu soleiðis. Hví vanvirða hvønn annan soleiðis. Okkurt má endamálið vera. Hvat fáa tey burturúr. Okkurt er. Jú kanska at kanúfla  landsstýriskvinnuna, so hon kemur á aðrar tankar, og annars at leggja sektin á innihaldið í málinum.  At loypa á eina yvirskrift uttan yvirhøvur at seta seg inn í málið er undir lágmarkið fyri, hvat ein løgtingslimur kann loyva sær.

Eitt sindur av eyðmýkt, at lurta og ikki bara vita best, hevði verið hóskandi, og er eisini ein av kjarnunum í fólkaræðinum, sum eisini er galdandi fyri løgtingslimir, sum hava tann heiður frá landsins hægsta talarastóli at bera boðskap, kunnleika og innlit teirra víðari til okkara, sum hava setta okkara álit til teirra.

Mislálitiskulturur
Henda løtan í tinginum vísir eitt stórt misálit millum politikarnar, og sigur eitt sindur um arbeiðslagið. Her snýr seg ikki bara um kapping og makt, men um misálit og maktmisnýtslu, sum hevur ringvirknað langt út um tinggáttina. Misálit á landsstýriskvinnuna  og tey starvsfólk, sum undir henni hava arbeitt við málinum, á teirra fakligheit og dygdir. Misálit á hugsjónir um at vilja børnunum og teimum ungu tað besta. Misálit á petagogar. Misálit á at foreldur, sum hugsandi eisini hava eina meining - og  børnini eru eisini ein partur í hesum. Tey hava eisini meiningar og ynski, og flestu av teimum vilja heldur vera í Føroyum enn at verða send av landinum orsaka av tørvandi fígging og karmum her í Føroyum.

Persónliggeran av ósemjum
At misnýta maktina frá løgtingsins talarastóli á henda hátt, og soleiðis skeikla eitt mál við óundirbygdum pástandum er mær ovboðið at vera vitni til. Tann innanhýsis politiski maktkampurin verður yvirspældur skaða fyri málsviðgerðina.

At skilja persón og mál frá hvør øðrum er grundleggjandi í øllum ósemjum, og ynskiligt var, at politikkararnir kendu eitt sindur meiri til hesa reglu.  

At missa andlit
Sjálvt um hetta "bara" var ein spyrjitími, so kunnu hesi orðini frá løgtinginum, søgd í tanka-  og máttloysi, fáa avgerandi fylgir fyri framtíðar viðgerðina um, hvør besta loysnin er fyri hesi børn og ung, sum helst ikki skulu enda við at vera send av landinum, sum higartil er hent alt ov ofta.
   
Hvørjum orðini í tinginum vórðu ætlað veit eg ikki, men ivaleyst onnur enn Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, hava tikið tey at sær.

Orð fanga tann, sum sigur tey og raka tann, sum kennir seg raktan.

Hvussu vendist nú aftur, um tað seinni vísir seg, at húsini í Mjørkadali er ein framúr loysn júst til endamálið. Og hvat siga børnini og foreldrini tá, um at fara niðan í hesi hús, sum tey hava hoyrt so nógv negativt um. Her eru fleiri aktørar enn bara aktivir løgtingspolitikkarar, sum stundum tykjast at gloyma, at ein verð finnst uttanfyri løgtingsveggirnar.


 

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo