Betongjuristar og gummijura

22.06.2010

Ikki heilt skeivt hatta við betonginum, men betongið eiga politikkararnir sjálvir.

Lógir kunnu vera sum betong at fáast við, tungar at arbeiða við, truplar at tulka, broyta og endurnýggja, og ofta galdandi hóast ótíðarhóskandi í alt ov langa tíð. Men tær eru fundamentið, sum  politikkarnir sjálvir hava stoypt og sum bara politikkararnir kunnu bróta upp og stoypa av nýggjum.

Tað er tí ørkymlandi fyri ikki at siga skeivt, tá politikkarar í máttloysi skýra løgfrøðingar betonjuristar, bara tí at løgfrøðingarnir ikki tulka lógina, sum politikkararnir kunda hugsað sær tað gjørt.

Løgfrøðin er ein veldugur maktfaktor
Hetta álop á løgfrøðina, sigur meiri um politikkaran og politiska stevið enn um løgfrøðingin. Annað er, at tá politiska stríðið harðnar við orðadráttum um juridiskar tulkingar við álopum á juristar og annað gott fólk, man stundin vera komin at umhugsa tað politiska arbeiði, hvussu arbeiðast skal og hvørjum tørvur er á. Juridiskar diskussiónir hoyra heima í dómstólinum. Men ein sannroynd er, at tá arbeiðslag og samstarv er vánligt og veruligt orðaskifti ein mangulvøra,  tá stingur løgfrøðin seg upp, eisini millum politikkararnar, sum ein  frelsandi eingil ella eitt loch ness ódjór, um man vil. 

Tað var tað fyrsta, sum kom mær til hugs, nú danir reageraðu prompte uppá hatta skjalið, sum føroyingar høvdu hugnað sær við á Føroya Løgtingi um sjórnarviðurskifti okkara. Danir gjørdust varugur við, at her hendi okkurt, sum møguliga átti at hava teirra áhuga, og sum danir ikki høvdu havt møguleika at vera partur í og átalaðu hetta. Grundlógin er jú har.

Sjálvandi loypa danir beint í juraini. Løgfrøðin er eitt sterkt kort, sum verður spælt hvørja ferð samskiftið skurrar. Har hevur tú uppá skrift nøkur orð, tú ikki soleiðis kann skúgva tær undan. So tá Høgni Hoydal vil vera við, at maktpolitikkur dana verður fjaldur í løgfrøðisligum hami, havi eg hug at skoyta uppí, at ja, løgfrøðin vísir sína veldugu makt, hvørja ferð politikkararnir ikki duga tað snildi, sum krevst til samráðingar og tí sleppa løgfrøðini ov nógv framat.

Hatta svarið hjá dønum var so upplagt, at tað ger ilt, og var hetta neyvan seinastu ferð vit hoyrdu tað. Hatta er tað sama danir hava sagt í øldir. Nær læra føroyingar, at mótvegis eini yvirvøld er tað snildi heldur enn konfrontatión, sum gevur úrslit – uttan so at beinleiðis uppreistur veruliga er ein møguleiki.

Politikkur ella jura
Vit hava betongjura og gummijura, sigur Jógvan Sundstein, fyrrv. løgmaður, í áhugaverdari  grein. 

Nei vit hava ikki gummijura. Tað at tulkingarmøguleikarnir eru nógvir, tí tey faktisku viðurskiftini eru ymisk, merkir ikki, at jurain politisk kann togast og tambast. Jura verður tulkað juridiskt. Vit kunnu tosa jura ella politikk, men ikki um juridiskar glíðibreytir ella gummijura. 

Eg haldi meg tó skilja á Jógvani Sundstein, at tá hann tosar um gummijura, tosar hann út frá sannroyndum um, at góð samstarvsevni og samstarvsvilji  bera langt – og at jurain tá fær minni týdning. Tað er so satt, sum tað er sagt. Lógir eru jú gjørdar við orðum og kunnu broytast við orðum, og hava tað makt politikkaranir geva teimum. Er ikki pláss fyri orðinum og samskiftið er litað av konfrontatión og manglandi virðing, so fella vit aftur á juraina, sum ikki er frameftirlítandi, sum politikkur eigur at vera tað, men bert ein staðfesting av status quo juridiskt.

”Processen mangler”
Processen mangler, segði  statsministarin Løkke Rasmussen, sum á veðurlagsráðstevnuni í Kbh. herfyri  lærdi ikki so lítið um týdningin, processin hevur.  Er henda ikki í topp, gerst løgfrøðin lættliga snávingarsteinurin.

Á verðurlagsráðstevnuni í Kbh. kom fram, at danir saman við nøkrum av luttakaralondunum frammanundan høvdu orðað eitt skriv um eina fyribilsavtalu.  Líkamikið hvat stóð í hesum skrivi, so skapti hetta skriv stóra órógv og var støðugt  tikið fram sum tekin sum ódugnaliga handfaring dana av processini. 

Sjálvt um vit í Føroyum hava loyvi at skriva, hvat vit vilja uttan at spyrja danir, so er vert at umhugsa leiklutin hjá dønum longu nú í framhaldandi arbeiðinum.

Kundi hugsa mær at verið fluga á vegginum í víðkaðu rættarnevndini og hoyrt, hvussu væl samansjóðað politiska stevið er. Er vakra myndin í bløðunum við undirtekstinum, at allar forðingar nú eru av vegnum eftirfarandi? Vónandi er tað ikki so, at politikkararnir av ótta fyri at missa tamarhald á innanhýsis samarbeiðinum aftra seg við at taka samband upp við tann partin, sum  politiskt og løgfrøðiliga ikki slepst undan at taka samband við fyrr ella seinni – ”tí danir bara seta  kílar í”.

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo