Felags foreldramyndugleiki

07.07.2009

Krevur gott samskifti millum foreldrini. 


Spurningurin um foreldramyndugleika gerst ofta ikki aktuellur, fyrrenn trupulleikar stinga seg upp í samskiftinum millum foreldrini í samband við hjúnabandsslit. Hvør skal hava foreldramyndugleikan á børnunum, hava børnini búgvandi hjá sær, og annars endaligu avgerðina um dagligdagin hjá børnunum, skúlagond osv.

Foreldramyndugleiki er eitt juridiskt hugtak, sum knýttir rættindi at sær. Tann, sum hevur foreldramyndugleikan, ræður yvir barninum. Hava bæði foreldrini foreldramyndugleikan, so sum hjún hava tað, eru tey tvey um at ráða. Foreldramyndugleikin er í dag knýttur at hjúnabandinum. Eru foreldrini ikki gift,  hevur mamman foreldrarættin, men felags foreldramyndugleiki kann avtalast.

Spurningurin um felags foreldramyndugleika kemur oftast upp í samband við hjúnarbandsslit, tá foreldrini skulu taka støðu til framtíðartilveruna hjá børnunum og um, hvør nú skal hava foreldramynduleikan. Men  júst í samband við hjúnabandsslit eru foreldrini ofta í kreppu, samskifti ikki gott, og grundarlagið fyri at tosa um framtíðina vánaligt. Foreldrini tosa ikki nógv saman - og ofta negativt, og kortini krevur lógin, sum treyt fyri separatiónini, at tey taka støðu til foreldramyndugleikan. Ein nærliggjandi útvegur tá er, at annað av foreldrunum fær foreldramyndugleikan og hitt samverurætt.

Til eina og hvørja separatión/skilsmissu eigur at vera heft eitt tilboð - evt. eitt lógarfest krav um, at foreldrini møta til konfliktmekling at tosa um framtíðarstøðu teirra í samskiftinum um børnini, líkamikið um kravið er felags foreldrarættur ella ikki. Felags foreldramyndugleiki setir stór krøv til samstarvsevnini og ábyrgdarkensluna hjá foreldrunum, men eisini tá annað fær foreldramyndugleikan og hitt samverurætt, er framtíðar samskifti av stórum týdningi. Meklingin gevur foreldrunum innlit í, hvør loysn tey halda er tann besta fyri tey. Eitt forum fyri samrøðum fyri hjún finst í dag hjá ríkisumboðnum við tí barnaserkønu ráðgevingini, sum tó ikki heilt er tað sama sum konfliktmekling.

Møguleiki er eisini at leita sær sjálvstøðuga konfliktmekling hjá konfliktmeklara. Fleiri eru sum í dag kunnu veita hesa tænasta.

Konfliktmeklingin, hevur ikki til endamáls at fáa foreldrini at finna saman aftur, men at gera tað lættari hjá teimum at avgera, hvussu tey framyvir samskifta best møgulig. Hetta forðar sjálvandi ikki fyri, at tey avgera at royna enn einaferð, og kann eisini gerast úrslitið av einum slíkum fundi, har tey kanska fyri fyrstu ferð hava havt høvi at sett seg inn í støðuna hjá hvør øðrum og skilt, at meiri enn ein sannleiki er um samlív  teirra.

Konfliktmeklingin setur fokus á barni, soleiðis at tað sum er best fyri barnið eisini kann gerast besta loysnin fyri foreldrini. Stóra sorgin og trupulleikin hjá foreldrunum nú tey fara hvør til sítt er, at tey nú ikki longur kunnu vænta ella krevja at vera saman við barninum á sama hátt sum áður. Tíðin saman við barninum skal nú býtast millum tvey foreldur, sum ikki longur hava sama bústað. Hetta mugu foreldrini ásanna og ansa eftir ikki at seta henda sín egna miss fram um tørvin hjá barninum - sum er at varveita og eiga tvey foreldru - tó nú undir øðrum umstøðum enn áður.

Felags foreldramyndugleiki byggir uppá samstarv millum foreldrini og er ikki nakað loysunarorð fyri  foreldur, sum kríggjast og enn ikki kunnu fáa samverurættin at virka, sum hann skal. Virkar tann avtalaði felags foreldramyndugleikin ikki, so kann hesin avtakast aftur eftir ynski frá øðrum av foreldrunum, men neyðugt er tá við rættarmálum um semja ikki er.

Nakað annað er, at millumloysnir áttu eisini at verið frá galdandi skipan og til felags foreldramyndugleika, so at tann, sum ikki hevur foreldrarættin, tó hevur størri rættindi enn lógin í Føroyum dag heimilar. Viðkomandi er jú framvegis foreldur og missir við núgaldandi lóggávu øll síni rættindi yvir barninum uttan samverurættin. Tað vil siga, hevur ikki møguleika at kunna seg um heilsustøðuna hjá barninum, um avgerðir sum myndugleikar taka um barnið, at samskifta við skúlar og stovnar osv. - um so er, at tann sum hevur foreldrarættin, ikki gevur sítt samtykki.

Seinasta suffið er, at orðið foreldramyndugleiki er eitt ógvuliga kensluborið orð, og at missa foreldramyndugleikan vekjur nógvar kenslur. Annað orðaval átti at verið, tí foreldur er tú framvegis, um tú hevur henda myndugleika ella ikki.

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo