Foreldramyndugleiki - fokus á børnini!

21.11.2014

(samrøða við Turið Debes Hentze)

Hjúnaskilnaður, foreldramyndugleiki og samvera við børnini.
Søguliga hevur talið av hjúnaskilnaðum í Føroyum verið lágt. Men heldur ikki í Føroyum stendur tíðin í stað, og seinastu árini er talið av hjúnaskilnaðum økt; í dag eru munandi fleiri hjúnaskilnaðir enn fyrr.

Vit hava skift orð um hjúnaskilnaðir, foreldramyndugleika og samveru við Turið Debes Hentze, sum er advokatur og hevur eftirútbúgving innan ósemju-mekling, konfliktmeklari. Turið er javnan advokatur hjá foreldrum, sum eru ósamd um, hvør skal hava børnini búgvandi fast, og hvør skal hava samverurætt.

Lítla samfelagið
Turið Debes Hentze heldur, at lutfalsliga lága talið av hjúnaskilnaðum hevur samband við lítla samfelagið, og tær bindingar sum fylgja hesum: - Í Føroyum kendu fólk teirra pláss, og tey høvdu eitt fast arbeiðsbýti. Har var lítil luft og fáir møguleikar fyri at sprella. Bondini, sum samfelagið leggur á okkum, kunnu liggja sum ein dýna omaná okkum. Tá dýnan lyftir seg upp, og tá bondini loysna, kemur alt møguligt fram. So fáa fólk knappliga luft, sigur Turið Debes Hentze.

Sambært Turið man ein orsøk til økta talið av hjúnaskilnaðum í dag vera, at tað er meira góðtikið, at fólk fara frá hvørjum øðrum, og at vit sum heild eru minni moralskt fordømandi mótvegis teimum, sum skiljast, enn fyrr.

Sum heild skilja fólk í dag betur enn fyrr, at tvey fara hvør frá øðrum. Fólk eru meiri opin at tosa um privatlívið og  at seta spurnartekin við frásøgnina um ‘tað lukkuliga og fullkomna hjúnarlagið’. Tað privata er meira alment, og í mun til fyrr er tað í dag lættari at tosa við vinkonur og vinmenn um, hvussu støðan veruliga er, sigur Turið.

Tørvur og áhugamál
Turid Debes Hentze heldur ikki, at tað er so viðkomandi at tosa um páparættindi ella foreldrarættindi í sambandi við hjúnaskilnað. Ístaðin fyri rættindi heldur Turid, at dentur eigur at verða lagdur á tørv og áhugamál. - Øll áttu at vita, at tá fólk fara frá hvørjum øðrum, vera møguleikarnir at síggja og vera saman við  børnunum skerdir. Í einum stríði um løgfrøðilig rættindi síggja vit ofta, at foreldrini hugsa meira um teirra tørv heldur enn um tørvin hjá børnunum, sigur Turid Debes Hentze.

Evna foreldrini ikki at tosa saman og sjálvi at finna eina loysn í mun til børnini, kann næsta stigið verða at lata dómstólin taka avgerðina. Dómstólurin tekur tá avgerð sambært galdandi lóggávu og roynir sum frægast at meta um, hjá hvørjum av foreldrunum barnið skal búgva.

Gerandisdagurin og tilknýtið til bæði foreldur
Sum heild metir Turid Debes Hentze ikki, at pápar eru fyri vanbýti í mun til løgfrøðina, men at tað heldur eru viðurskiftini, sum løgfrøðiliga avgerðin hjá dómaranum er grundað á, ið avgera, hvat úrslitið verður. Dómarin skal meta um, hvussu gerandisdagurin hjá barninum verður órógvaður minst møguligt av skilnaðinum og meta um, hvør av foreldrunum best kann veita hesa trygd, og samstundis eisini kann tryggja at barnið framhaldandi kann varðveita tilknýtið til bæði foreldrini.

Um annað av foreldrunum tykist meiri upptikið av tvístøðuni við farandi hjúnafelagan og kanska brúkar barnið í hesum stríðnum, er tað ikki til fyrimunar í mun til møguleikarnar at fáa foreldramyndugleikan, sigur Turid Debes Hentze.

Óloystar ósemjur og trupla samrøðan
Í nógvum førum kann tað tykjast, sum tað ikki er barnið sjálvt, ið er í miðdeplinum, tá foreldrini tosa um rættin til barnið, og  at stríðið í veruleikanum  heldur snýr seg um óloystar ósemjur millum foreldrini. Barnið verður beinleiðis brúkt sum ein lutur í stríðnum – og tað hóast bæði foreldrini harmast um ólukkulig støðuna, børn teirra eru í.  Men veruleikin er ofta, at børnini eru minni í fokus, enn foreldrini eru før fyri at geva sær fær um, heldur Turið. Júst tí er tað, at tørvurin á samtalu, er so stórur. Foreldrini hava tørv á við samtalu at verður leidd til at flyta fokus, men tað kann verða trupult at finna viljan at tosa saman undir slíkum fastlæstum kreppustøðum. Viðhvørt kann tykjast lættari at lata dómstólin taka sær av málinum enn at tosa saman  - at fara inn í ein dialog.

Status quo fyri barnið
Tá ið mál um foreldramyndugleika enda í rættinum, eru foreldrini longu farin hvør frá øðrum, og í nógvum førum búgva børnin tá hjá mammuni. Mamman hevur kanska arbeitt  niðursetta tíð fyri at taka sær av heimi og  børnum, meðan pápin hevur arbeitt fulla tíð, og tað er nattúrligt fyri nógv, at mamman framhaldandi hevur leiklutin sum tann, ið er meiri tøk hjá børnunum í gerandisdegum. Tá ið dómarin skal taka støðu,  verður hugt at, hvussu familjan hevur skipað seg higartil, og hvar býr barnið nú. Hvør hevur verið mest um barnið? Hvør hevur raðfest at vera saman við barninum? Dómur verður ofta sagdur á ein hátt, so at status quo – tann verandi støðan – verður varðveitt, og slíkt ger, at mamman hevur fyrimunin, tá ið avgerð  verður tikin, sigur Turid.

Ein slíkur dómur nýtist ikki at merkja og merkir í flestu førum ikki, at mamman er tað betra foreldrið. Kortini kann tað kennast sum eitt niðurlag fyri hin, at fáa frádømt foreldrarættin. Veruleikin er, at dómarin lítlan møguleika hevur at vita, hvat samband og hvørja umsorgan foreldrini hvør sær geva børnunum. Men dómarin skal taka eina avgerð. Bæði foreldrini kunnu hava góðar førleikar at vera foreldur, men dómarin skal sambært føroyskari lóggávu velja annað.

Hvør er um børnini?
Fíggjarliga støðan er oftast, at pápin hevur hægri inntøku enn mamman, men hetta er sjáldan avgerandi. Um mamman hevur ein bústað til børnini, kann pápin eiga eina millión, uttan at tað ávirkar dómaran stórvegis. Tá ið dómarin so hyggur at, hvør hevur brúkt meira tíð til børnini, hava nógvir føroyskir menn lítlan og ongan møguleika at koma upp í part, tí teir eru sjómenn og eru burturi helvtina av árinum. Onkrir gerast heimamenn í sambandi við júst hjúnaskilnaðin og spurningin um foreldramyndugleika, men sjáldan ávirkar hetta avgerðina hjá dómaranum, sum eisini her fellur aftur á, hvør av foreldrunum higartil hevur verið mest um børnini í gerandisdegnum, og hvør teirra kann syrgja fyri, at hetta kann halda áfram.

Í málum har bæði mamman og pápin arbeiða fulla tíð, og bæði koma við børnunum og eftir børnunum á stovninum, er ringt at taka støðu, tí bæði í tíð hava sama tilknýti til børnini.

Nógv av hesum foreldrum finna egnar loysnir um bústað og samveru. Tað kann tykjast sum, at tess tættari tilknýti foreldrini hava til børn síni, tess størri eru eisini førleikar teirra at seta seg inn í støðuna hjá børnunum, og at seta tørvin hjá børnunum framum egnan tørv. Um børnini eru høgt raðfest í gerandisdegnum, verða tey tað eisini í sambandi við ein skilnað, sigur Turið Debes Hentze. 

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo