Happing og sexchikana

06.07.2009

Happing millum børn er ein trupulleiki, eins og happing millum vaksin er ein trupulleiki m.a. á arbeiðsplássum.

Happing er ein álvarsligur atburður, sum liggur ovarliga á stiganum á konflikttrappuni, sí her.

Nógv fyribyrgjandi arbeiði kann gerast, men eisini er neyðugt við aktivum tiltøkum til tess at steðga happingini.

Til tess at steðga happingini krevst, at tann ella tey, sum happað, eru vitandi um, hvat tey gera, og vitandi um hvussu hesin atburður ávirkar tann happaða, og eru før fyri at taka á seg ábyrgdina fyri henda skaðiliga atburð og vissa happaða um, at happingin heldur uppat.

Viðurskiftini millum partarnar koma ofta ikki í rættlag, fyrrenn partarnir hava fingið høvi veruliga at tosa við hvønn annan, um tað sum fram er farið og framtíðina. Luftin má reinsast.

Tann sum happar, skal konfronterast við tann happaða, og skal kunna biðja um umbering fyri atburð sín. Tann happaði hinvegin skal kunna taka móti hesi umbering, t.e. kunna vísa happaranum tað álit at trúgva uppá at umberingin er meint í álvara. 

Meklarin hjálpir pørtunum við konfrontatiónini. Meklari leiðir dialogin og fær partarnar sjálvar at greiða frá, finna fram upplýsingar og beina burtur misskiljingar og koma við uppskotum um framtíðar samskifti.

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo