Hitt kynið
Á fundinum sum Demokratia skipaði fyri í miðlahúsinum 26. aug. 09 sat eg við eini kenslu av at “hetta er pínligt”. Her sita kvinnur og nakrir fáir menn og venda og snara spurninginum um leiklutin hjá kvinnum í politikk, og hvussu tær fáast at støðast. Og so endar snakkið sum so ofta áður um útsjónd og stemmuføring. Kvinnurnar verða ikki hoyrdar á sama hátt, sum menn tá tær opna munnin, verður sagt á fundinum. Tær mugu kempa meiri og vera betur fyrireikaðar fyri at fáa virðing etc., etc.
Tabu
Tað er pínligt haldi eg er, at vit framvegis í
2009 sita við tómum eygum og spyrja: Hví er tað soleiðis? Ongin svarar hesum
spurningi – og tað varð heldur ikki gjørt á fundinum.
Reyðsokkarnir høvdu í 1968 greitt svar uppá
slíkar spurningar, og svarini rungaðu so fólk sluppu illa undan at hava eina
meining fyri ella ímóti. Í dag er mestsum tøgn.
Er vit komin á mál – ella hvat? Eg spyrji bara,
tí eg undrist, tá ungar kvinnur í Føroyum í dag sita og konstatera, at tær
skulu gera sær serligan ómak fyri at koma sær fram, at vera hoyrdar og annars spekulera
í, um røddin nú hevur røttu tónaleguna.
2.
kynið
Eg havi altíð hildið svarið verið ógvuliga
einfalt: kvinnur eru “hitt kynið” – í
Føroyum eins og í flestøllum øðrum londum. Menninir hava fyrsta prioritet. Soleiðis
hevur tað verið í árhundraðir og nøkur fá ára tíggjundir broyta ikki tankar,
kenslur og reglur, sum ættarlið omaná ættarlið hava lagt í okkum.
Kvinnur eru framvegis í 2009 “hitt kynið”.
Maðurin er framvegis yvirhøvdið, sum ræður og setir reglurnar, og sum hevur tað
størra frælsið at gera, sum hon lystir. Tað avspeglast ikki bara í tí almenna
rúminum, men eisini í privatlívinum. Hetta eru tvær síður av somu søk. Hvør
einstøk kvinna kann í stillum máta sítt egna frælsi eftir, hvussu ofta hon ger,
sum henni lystir, uttan altíð at hugsa um makan eisini - ella kanska fyrst, og ikki at gloyma børn og
hús.
Grundleggjandi
virðingin fyri kvinnum.
Pínligt, at kvinnur sita á slíkum fundum og
tosa um seg og síni problemir í samfelagnum, um at styrkja kvinnur við
netverkum o.a., uttan yvirhøvur at tosa um, hvørjari mótstøðu tær kvinnur eru
uppí móti, sum vilja broyta gomul mynstir og gamlar siðvanar - og um hvør mótstandarin er.
Fyrr vóru tað menninir og teirra
maktbastiónir, sum vóru mótspælarar. Í dag ljóðar mest, at kvinnurnar mugu sjálvar – um tær yvirhøvur
vilja nakað.
Reyðsokkarnir viðurkendu sína undirlutastøðu
og gjørdu uppreistur, so tað hoyrdist. Í dag tykist, sum at kvinnur yvirhøvur ikki
vilja kennast við undirlutaleiklutin, og tað hóast eg haldi, at tað er júst hesin,
sum skilliga skínur ígjøgnum á fundum, sum m.a. hesum hjá Demokratia. Orð mugu
bara ikki setast á. Máttloysi er úrslitið.
Um tú skal hava møguleika at broyta tína leiklut, má tú eisini viðurkenna útgangstøðið. At vera vitandi um offurleiklutin, er ikki tað sama sum at átaka sær henda leiklut. Men at lata eyguni aftur fyri veruleikanum broytir ikki nógv.
Máttloysi
og arroganca
Hví ikki bara viðurkenna avleiðingarnar av at
hoyra til “hitt kynið”. Viðurkenna at vit fyri stóran part enn bert eru finnur
í leikinum hjá øðrum, og at virðingin tíverri eisini avspeglast í hesum.
Sjálvsvirðingina og virðingina frá øðrum, fáa kvinnurnar enn ikki inn við
móðurmjølkini.
Kvinnur skulu svara uppá og leggja oyra til nógv býtt tvætl, orsaka bara av kyninum, beinleiðis og óbeinleiðis. “Har er so nógv óljóð á linjuni”, sum danir siga, tá kvinnur trýna fram. Og tá vit eisini vita, at orðini verða knýtt at persóninum, sum tosar, ja tá hava kvinnurnar ikki nakran fyrimun í samfelagskjakinum. Persónurin skuggar fyri málinum.
Hvar er
mótstøðan – hvør er mótstandarin?
So um ein slíkur fundur um eitt nú fleiri
kvinnur í politikki skal gerast gevandi, so slepst ikki undan eisini at sleppa
leysum undirliggjandi kenslum og orðunum um orsøkina til at kvinnur arbeiða í
mótbrekku allatíðina. Og so kundi verið hóskandi á víst á nøkur dømi um
arrogancu og manglandi virðing. Johan Dahl, okkara javnstøðuministari, er eitt
upplagt evni beint nú, haldi eg.
Eg gleðist tí um ta greiðu talu, sum
forkvinnan í Javnstøðunevndini, Kristianna Winther Poulsen, hevur í grein síni
í 31. aug. 2009, har hon átalar atburðin, sum javnstøðumálaráðharranum tykist
hava, um, at javnstøðuspurningar hava minni relevans, nú færri kvinnur enn menn
eru í Føroyum.
Jú mótstøða er m.a. frá Johan Dahl. Og sum
forkvinnan eisini spyr, hvat sigur løgmaður? Og hvat siga hini? Tøgn.
Dugnaligur
kvinnur yvirhála menn
Eitt er at gleðast um, og tað er at kvinnurnar
sum gerast alsamt fleiri í ráðandi og leiðandi størvum tykjast gjøgnumgangandi at vera bæði sera dugnaligar,
arbeiðssamar og samvitskufullar. Bert tær bestu vinna vegin fram. Slík
útskiljing er ikki millum menn. So vit
fáa nakrar framúr kvinnuligar fyrimyndir. Onki er so ringt at tað ikki er gott
fyri okkurt.
Samband
Turið Debes Hentze,adv. og mediator m.m.c.r.
Tórsgøta 17
FO-100 Tórshavn
(+298) 31 14 60
(+298) 31 14 90
