Jura og politikkur - serfrøðingar

08.07.2009

Jura ella politikkur - og misbrúk av serfrøðini.


Hans Pauli Strøm er farin útum sínar heimildir á lógarøkinum. Tað tykist liggja fast.

Landsstýrismálanevndin hevur úttalað seg um hetta. Henda politiskt setta nevndin er saman við løgfrøðiligu umsiting síni komin til hesa greiðu niðurstøðu.

Hvat skal henda nú. Onki ella hvussu? Er tað politiska skipanin sum skal reagera ella er tað ein juridiskur spurningur.

Tann juridiski parturin tykist greiður. Her er brot á týðandi lóggávu. Næsta stigið eigur at vera politiskt. Men her er rættiliga kvirt. Tøgn.

Hvat ger man so sum fjølmiðil, tá man vil hava okkurt at henda - ella í hvussu er fáa eina góða søgu at halda áfram.

Vendir sær til juristarnar. Ikki færri enn tveir hava týðuliga og greitt sagt, at her er talan um lógarbrot. Pressaðir av spurningum skulu teir eisini úttala seg um, hvussu groft hetta lógarbrot er - og hvat juristarnir halda um hetta lógarbrot. Og helst skulu teir eisini úttala seg um fylgjurnar, hetta lógarbrot eigur at fáa.

Tíverri loypa teir glaðbeintir inn á politisku arenaina og siga sína politisku áskoðan. Í veruleikanum úttala teir seg sum serkønir bert um, at talan er um lógarbrot. Teir kunnu sjálvandi eisini sum privatpersónar hava eina meining um hvørjar, fylgjur teir kundu hugsa sær hesi brot fingu politiskt, og tá teir vera spurdir verður hvørja ferð sagt, at teir vera spurdir, tí teir hava "verið við til at smíða stýrisskipanarlógina".

Konklusiónin sum ÙF tykist ynskja er: Teir serkønu meina at Hans Pauli Strøm skal frá. Hetta er misbrúk av serfrøðini í tíðindaflutningi - og ikki einasta dømi um tað.

Eg haldi at serfrøðingar eiga at ansa sær og virðismeta sína serfrøði hægri enn at lata seg draga uppá trá av fjølmiðlunum, sum ofta hava eina heilt serliga dagsskrá. 

Men sjálvandi ein serfrøðingur kann eisini hava eina politiska dagsskrá, sum er lættari at fáa framda um "serfrøðingur" samstundis stendur skrivað á pannuni. Og er man beinleiðis partapolitiskt engageraður, ja so er kanska freistandi! 



 


 

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo