Vi alene vide ...

15.03.2010

 

Teimum ungu skal man ikki lurta eftir, tey hava ikki vísdóm, sum vit gomlu.

"Ungdómur og vísdómur fylgjast sjáldan at", heldur Katrin Dahl seg vita í lesarabrævi tann 12. mars 2010. Katrin Dahl gitir seg fram til, hví tey ungu í Huxa meina tað tey siga og heldur at tey annars skulu hugsa seg um, áðrenn tey tosa. Sic!!

Nakað soleiðis grundgevur Katrin Dahl, fyrrverandi royndur politikkari, í lesarabrævinum fyri sínum sjónarmiði um, at kirkja og statur ikki skulu slítast frá hvør øðrum.

Katrin Dahl er ikki einsamøll um at nýta henda argumentatiónsteknik, sum populert kallast "karaktermorð", og sum snýr seg um at loypa á og niðurgera avsendaran ístaðin fyri at lurta og viðgera evnið.

Eitt gott kjak gevur møguleika fyri at partarnir kunnu gerast klókari, men tað ger slík útsøgn sum henda hjá Katrini Dahl ikki. Hvørki tey ungu ella onnur sum lesa lesarabræv hennara gerast klókari av hesum skrivi hennara. Og Katrin sjálv tykist fyri langari tíð síðani at hava tikið støðu í málinum, hevur lukkað av og man vera trupul at náa við orðum.  Soleiðis tykist í hvussu er út frá málburði hennara og mátanum hon svarar hesum útspæli aftur.

Í einum góðum konstruktivum kjaki skilir tú persón og evni frá hvør øðrum. Hetta er eitt skúladømi um tað øvugta. 


Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo