Advokatyrki

Privat viðskiftafólk

Tímataksturin frá kr. 1.600 - kr.1.900 (tá er mvg íroknað), kann tykist høgur, men eigur ikki at halda fólki frá at fáa sær neyðuga løgfrøðiliga ráðgeving, tá tørvur er á hesum, tí skótt kann gerast dýrt at handla uttan ta røttu ráðgevingina. Avtala kann eisini gerast um, at ómakslønin ikki skal gjaldast fyrrenn málið er liðugt, og tað vil siga, tá semja er gjørd við mótpartin ella í samband við rættarmál.

Rættarmál
Tá rættarmál gerst neyðugt, fæst peningurin ofta goldin aðrastaðni frá heilt ella lutvíst:

  • Tað almenna rindar um trætan hevur við sær rættarmál (t.e. ókeypis rættarmálsførsla)
  • Tryggingin kann koma at rinda, um rættarmál er rímiligt (t.e. í pakkatryggingini)
  • Mótparturin hjá tær kann dømast at rinda tín sakarmálskostnað


Ráðgeving í trætum
Ofta snýr seg um ráðgeving í samband við ymisk áhugamál, ofta í samband við fíggjarlig viðurskifti, har annar parturin vil hava hin at gjalda. Úrslitið gerst ofta ein avtala um gjald av eini peningaupphædd:

  • Antin  fær tú pening frá hinum, og rindar ómakslønina til advokat tín av hesum
  • ella tú útvegar tær fígging frá peningastovni fyri at gjalda pening til hin, og útvegar tær samstundis langtíðarfígging til at gjalda ómakslønina til advokat tín.


Advokattænastur annars.
Her snýr seg ikki um fleiri partar í einum máli, og rættiliga lætt er tí frammanundan at siga, hvør kostnaðurin verður. Fast tilboð kann gevast um henda.

Ókeypis fyrsta viðtala um málið og kostnaðin!


Djúpagilsvegur 14
FO- 188 Hoyvík

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo