Advokatyrki

Rættarhjálpatrygging

Hvat merkir tað at hava rættarhjálpatrygging?
Svar: Tryggingin rindar neyðugan advokatkostn. til egnan advokat og annan kostnað, sum t.d. útreiðslur til sýn í samband við rættarmál, t.d. um manglar í samband við keyp ella arbeiði sum gjørt er. Tryggingin rindar eisini málskostnað sum tú verður at gjalda til mótpartin. Men upphæddin frá tryggingini er avmarkað til ávísa upphædd.

Hvør hevur rættarhjálpatrygging?
Svar: Tey sum eiga sethús og hava pakkatrygging. Flestallar fastognartryggingar í dag eru pakkatryggingar og sostatt eisini rættarhjálpatrygging.

Fevnir hon um allar trætur?
Svar: Nei - og bara um privat og ikki vinnulig viðurskifti, Herumframt er ein røð av rættarmálum, sum tryggingin ikki fevnir um, t.d. ikki um trætur millum arvingar og millum hjúnafelagar. 

Er neyðugt at rættarmálið endar við dómi?
Svar: Nei, um fyrireikandi stig til rættarmálsførslu hava verið neyðug fyri at fáa semju í lag, so hevur tryggingin eisini møguleika at rinda - hóast semja verður gjørd - áðrenn málið kemur til dóms.

Dømi um øki, har tryggingin eigur at brúkast:
Í samband við keyp av fastogn, har manglar eru, sum seljarin ikki vil viðurkenna ella fæst at fáa í rættlag innan rímiliga tíð.

Hvør er munurin á rættarhjálpatrygging og fríari rættarmálsførslu, sum tað almenna rindar?
Fría rættarmálsførslu fær tú bert, um tú hevur inntøku undir ávísa upphædd. Rættarhjálpatryggingin hevur ikki slíka avmarking.



Djúpagilsvegur 14
FO- 188 Hoyvík

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo