Seljarin hevur um buktina og báðar endarnar

24.01.2011

Soleiðis er støðan, tá sethús í dag verða boðin til sølu hjá teimum báðum meklarafyritøkunum, Spf. Inni  og Spf. Skyn, sum stórbankar okkara  Bank Nordic P/f og Eik Banki Føroya P/f eiga.

Hjá hesum fyritøkum verður onki hús selt, og ikki verður tikið móti nøkrum keypsboði, uttan at keyparin eisini skrivar undir "boðskjalið", sum sigur, at seljarin umframt keypspeningin skal rinda til Inni ella Skyn 1 ½ % av keypspeninginum - sum ómaksløn. (Tað má so vera fyri teir upplýsingar tey geva vegna seljaran).

Eisini er tað ein treyt teirra fyri at taka móti keypsboði, aftur í sama boðskjali, at keyparin ikki skal fáa nakran annan at skriva skeyti fyri seg. Tað skulu Inni og Skyn gera.

Also við øðrum orðum - keyparin skal rinda ómaksløn til Inni ella Skyn, líkamikið um keyparin fær sær sjálvstøðuga ráðgeving leysa av seljaranum. Ger keyparin tað, so skal seljarin so rokna við at gjalda eisini fyri hesa ráðgeving, also kanska 1 % aftrat. (Hvør keyparin ger tað?)

Havi meiri enn einaferð fingið áheitan frá keypara um at umboða seg við ráðum og avgreiðslu av húsahandlinum í samband við húsakeyp frá Inni og Skyn. Meklarin setir hart móti hørðum og sigur, at húsini ikki vera seld uttan so, at keyparin eisini rindar ómaksløn til meklaran. (Eg havi tá valt at taka meg úr handlinum, fyri ikki at seta keyparan í hesa fíggjarligu tvístøðu)  

Grundgevingin fyri at krevja pengar frá keypara sum treyt fyri at taka móti keypsboð sigst vera, at meklarafyritøkan hevur gjørt avtalu við seljaran, sum fyritøkan jú umboðar, at keyparin skal rinda
1½ %, og so kann seljarin noyðast við at gjalda 1½%. Meklarin fær also 3 % íalt - helvtina frá hvørjum.

Rætta mannagongdin er sjálvandi, at seljarin rindar til meklarafyritøkuna, evt. eitt hægri procent - og at keyparin velur tað ráðgeving viðkomandi ynskir - herundir eisini hvør skal avgreiða handilin við skeyti v.m.

Fyri at tað ikki skal vera lygn, so havi eg kollegar, sum hava verið út fyri, at hesar somu meklarafyritøkurnar hjá stóru bankum okkara, hava sett sum treyt fyri handli, at fíggingin verður tikin júst í teirra banka. Eitt dømi er, at ein persónur bjóðar uppá hús hjá eini meklarafyritøku og fær fígging frá bankasambandið sínum. Viðkomandi skal eisini selja síni egnu hús, má tá sigur bankin, at treytin fyri fígging til at keypa húsini er, at sølan av hinum húsunum verður gjøgnum teirra meklarafyritøku. 

Umfram lógina, sum skal fáa meklararnar at bera seg at, sum tað sømir seg heiðurligum fólkum, er eisini í umbúnað lógin, sum tekur hædd fyri, hvussu manglar við sethúsum skulu viðgerast. Henda er eisini ti trongd, so vónandi verða lógirnar samtyktar sum skjótast.

Við hesum lóggávum verður kravt størri gjøgnumskygni, bæði viðvíkjandi hvørjum standi húsini, sum handlað vera, eru í, og viðvíkjandi teimum áhugamálum, sum húsameklarin umboðar, t.d. um meklarin hevur serlig egin áhugamál at røkja, so sum t.d. at fáa provisión frá peningastovni í sbd. við fíggingina. Ógvuliga relevant eisini her hjá okkum.

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo