Semingsstovnurin vaðar út har ...

31.01.2011

Áhugavert at fylgja við á síðulinjuni, hvussu semingsstovnurin tykist at arbeiða, tá arbeiðsósemjur eru. Serliga spennandi bleiv tað nú, tá semingsstovnurin tók eitt stig, sum var út um tað, sum vanligt er, nevniliga av sínum eintingum at seta fram eitt semingsuppskot - sum so bleiv forkastað av øðrum partinum.

Semingsstovnurin hevur fingið til uppgávu at lofta pørtum, sum ikki evna sjálvir at koma til eina avtalu um framtíðar samstarv. Grundleggjandi er og eigur at vera, at partarnir sjálvur gera sínar avtalur og bera  fylgjurnar- also taka ábyrgd.

Semingslógin og stovnurin var ætlaður sum ein neyðloysn, sum skuldi vera til at taka hjá stríðandi pørtunum, tá vandi varð fyri, at stór samfelagsvirði fóru til skeyti orsakað av hóttandi verkfalli/-banni á arbeiðsmarknaðinum.

Semingsstovnurin skuldi vera hjálpin, sum skuldi fáa partarnar at tosa saman enn einaferð og hesuferð undir leiðslu av semingsstovninum - til tess at koma til eina semju. 

Tað stendur ikki í lógini, og var heldur ikki ætlanin, at lógin skuldi tulkast so, at uppgávan hjá semingsstovninum var at seta fram semingsuppskot, soleiðis sum hetta í Føroyum aloftast er blivið praktiserað: semingsstovnurin er komin uppí, og so kunnu partarnir seta seg afturá at bíða eftir at okkurt skilagott uppskot kemur hiðani. Hetta kann so forkastast ella góðtakast.

Verður semingsuppskotið góðtikið av báðum pørtum, eru øll av røttum glað, men kanska ikki altíð so nøgd. Tá so tætt er millum partarnar, at sannlíkindi eru fyri at semingsuppskotið verður samtykt, átti meiri orka verið løgd í at mýkja partarnar at finna eina loysn við at sita saman og samráðast, og semingsstovnurin átti at verið meiri afturhaldandi við at taka ábyrgdina á seg at finna loysnina. Eitt úrslit partarnir sjálvir hava arbeitt seg fram til kann ikki sammetast við eitt semingsuppskot, sum meira at meta sum ein neyðloysn.

Stoltleikin yvir í felag at hava arbeitt seg fram til eina semju er í stóran mun fráverandi eins og kontinuiteturin, sum liggur í at hava tosað seg fram til úrslitið eisini er fráverandi, tá semjan er grundað á eitt  semjuuppskot frá triðjapersóni.

Hugburðurin hjá pørtunum til alla semingsgongdina gerst ein heilt annar, um partarnir uppfata semingsstovnin sum ein samráðingarleiðara, sum ikki væntast at taka ábyrgdina frá pørtunum, og so at uppfata semingsstovnin sum tann triðjipersónurin, sum skal fóðrast við góðum argumentum vitandi um, at semingsstovnurin skal brúka hesi til at tilevna eitt semingsuppskot. Sum nú er, er tað semingsstovnurin, sum ger tað mesta arbeiði - tað átti at verið partarnir. Og semingsstovnurin(-menninir) kenna tað sum eitt press, at fáa semjuna í lag - kanska meiri enn partarnir í veruleikanum gera tað. Ábyrgdin er líkasum ikki teirra meir. 

Semingsstovnurin hevur ofta fingið nógv góð orð á vegnum fyri dygdargott arbeiði, og hevur tað uppiborið. Men kortini eru viðurskifti, sum kundu verið betri og eigast at havast í huga. Umframt omanfyrinevnda um, at semingsstovnurin skal ansa sær ikki at taka ábyrgdina frá pørtunum, so hevur stovnurin eisini tað atlit at taka, grundleggjandi fyri alla samráðing: nevniliga at tryggja, at partarnir varðveita álitið á semingsmonnunum. Í hesum døgum tykist her rilla, nú annar av pørtunum sigur seg hava misti álitið á semingsstovninum.

Báðir partar mugu hava álit á at semingsstovninum. Verður álitið mist kemst illa víðari - uttan fyrst at brúka tað neyðugu tíðina at byggja tað mista álitið uppaftur.

Semingsstovnurin og einhvør, sum fæst við mekling, setur sítt trúvirði uppá spæl við at pilka við innihaldið í málinum, substansin. Semingsstovnurin vaðar út á djúpt vatn, tá hann av sínum eintingum fer inn í innihaldið í málinum og setur fram eitt uppskot til loysn - enntá uttan at partarnir hava biðið um tað. Tað undraði meg tí ikki sørt, tá semingsstovnurin henda dagin setti fram semingsuppskot "úr leysum lofti" so at siga. Grundgevingin segist vera, at tað var fyri betur at finna útav, hvar partarnir stóðu. Varð uppskotið góðtikið av báðum pørtum, so var henda gambling vunnin fyri semingsstovnin fyri hesu ferð. Men bara arbeiðsgevarasíðan góðtók uppskotið, meðan arbeiðstakarasíðan vrakaðu tað við orðunum, at uppskotið bara tók áhugamálini hjá hinum partinum við.

Partar í konflikt gevast ikki so, og smæðast ikki við at geva øðrum skuldina fyri tær óloystu konfliktirnar, júst so, sum tað ofta passar pørtum í konflikt rættiliga væl at sleppa undan truplum konfliktunum, og geva tær yvir til onnur at loysa - eitt dømi her kann vera at geva skarvin yvir til semingsstovnin. Eitt annað er at føra rættarmál.

Verandi konflikt koyrir nú víðari í fjølmiðlunum, og tað, sum nú hoyrist, og slíkt hava við hoyrt áður, er, at annar parturin sigur seg hava mist álitið á semingsstovninum, meðan hin parturin heldur tað vera undir lágmark at loyva sær at missa álit á semingsstovninum, sum partarnir sjálvir hava valt limir í. Álit er nakað man hevur ella ikki hevur. Álit kann missast og tað kann byggjast upp, men at tosa um at man ikki kann loyva sær at missa álit á fólki, sum man annars hevði álit á, er volapyk. Uttan álit frá pørtunum er trupult hjá semingsmonnunum at arbeiða.

Tað, sum eg vildi siga við hesum var, at tað var váðaverk hjá semingsstovninum av sínum eintingum at leggja fram hatta semingsuppskotið. Leggur tú fram eitt uppskot ella kemur við ráðum, so er tú samstundis farin inn í materiuna, substansin, í málinum, og ger tú tað, so er skjótt at partarnir byrja at seta spurnartekin við, hvat her er er vási og byrja at tosa um partískheit og at tú heldur meiri við øðrum enn hinum.

So niðurstøðan er, at um tú skal vera samráðingarleiðari fyri partar í konflikt, so skal tú halda teg til proceduruna og at seta spurningarnar og gera kanningar, men ikki koma við meiningum og ráðum, sum hava við innihaldið at gera. Neutraliteturin er í váða, tá tú byrjar at hava meiningar um innihaldið í málinum. Innihaldið eiga partarnir einsamallir og teir skulu ikki sleppa undan ábyrgdini av hesum og sjálvir finna eina loysn við neyðugari hjálp frá semingsstovninum sum samráðingarleiðara. Semingsstovnurin skal vara seg at taka ábyrgdina frá pørtunum. Partarnir eiga at vita best sjálvir. 

  

 

 



 

 

 

 

 

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo