Advokatyrki

Sjálvstøðug umboðan neyðug

At umboða antin seljara ella keypara

  • Sum advokatur kanst tú ikki umboða báðar partar í senn.
  • Heldur ikki onnur søluumboð kunnu uttan við stórum vanda fyri mistøkum umboða ymisk áhugamál samstundis

 

At greiða húsahandlar, sølu og skeytiavgreiðslu, vegna báðar partar.

Um advokatur ella annað søluumboð (húsameklari) avgreiðir handilin við sølu og gerð av skeyti, og keyparin ber ein part av kostnaðinum, so áliggur hesum  at vísa áhugamálum keyparans ans, so keyparin ikki verður fyri missi ella skaða av handlinum. Vandi fyri mistøkum er størstur í hesum málum. Men framvegis eru tað áhugamálini hjá seljaranum, sum søluumboðið røkir.

Í rættarmálum um mistøk í húsahandlum, sum ofta koma fyri, tá søluumboðið einsamalt hevur avgreitt allan handilin, stendur keyparin ofta spyrjandi, og skilir ikki fyrr enn tá, at seljarin í veruleikanum bert umboðaði seljaran og ikki seg.


Økið verður nú lógarregulerað:

LØGTINGSLÓG NR. 136 FRÁ 6. OKTOBER 2011 UM KEYP OG SØLU AV FASTOGN O.A. (kemur í gildi frá 1.juli 2012)

  • Selaraumboðið. kann bert umboða seljaran og ikki krevja at keyparin eisini rindar meklaranum í samband við sølutilgongdina.
  • Seljaraumboðið/meklarin kann ikki treytað góðtøku av keypsboði av at sleppa eisini at umboða keyparan
  • Setur krøv til seljaraumboðið/meklaran at veita upplýsingar um evt. fíggjarligt tilknýti og evt. fjaldir ágóðar frá hesum í samband við sølu eitt nú frá banka ella trygging.
  • Setir bann fyri at meklarin kann knýta søluna/keypið at ávísum tænastum, so sum t.d. fígging frá ávísum peningastovni, ella trygging frá ávísum tryggingarfelag


Djúpagilsvegur 14
FO- 188 Hoyvík

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo