Spurningar og svar um, hvat konfliktmekling snýr seg um

07.02.2014

Hvat snýr konfliktmekling seg um?
At tosa saman og lurta eftir hvør øðrum.

Hví eitur tað mekling?
Ein meklari stýrir orðaskiftinum og setir spurningar, men tekur ikki avgerðir.

Hvør kann brúka konfliktmekling?
Einhvør sum er í persónligum samskifti við onnur.

Nær er konfliktmekling eitt gott amboð?
Tá persónliga samtalan er vorðin ógjørlig ella heilt er hildin uppat.

Nær er persónliga samtalan ikki konstruktiv meiri?
Tá tosingarlagið er vorðið til álop, illgitingar, vreiði - ella onki tos.

Hvørjar forðingarnar kunnu vera fyri at velja konfliktmekling?
Í spentari konfliktstøðu vilja og tora vit ofta ikki at tosa saman - og "tað nyttar jú onki".

Hvørji eru alternativini til óloystu konfliktina?
Onki samband, undanførsla, álop, vreiði, sjúka, alliansur, líkasæla, rættarmál etc.....

Hvussu ger man, tá man vil vita um meir - um konfliktmekling kanska er eina roynd vert?
Ring 209191/519700 ella maila tdh@hentze.fo - og sí annars meiri á heimasíðuni her  

Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo