Konfliktmekling

Val av konfliktloysn

Hvussu er sambandið tykkara millum?

  • Um henda trætan verður loyst, hava tit tá áhuga í framhaldandi samarbeiði?
  • Hevur nakar av tykkum ein áhuga í at draga málið út?

 

Hevur sambandið tykkara millum týdning ? ella er tað bert úrslitið sum telur?

  • Hevði konfliktin verið loyst, um tit vistu hvør fekk rætt í rættinum?
  • Um tú vinnur hesa rættarsakina, hevur tú tá fingið tín tørv nøktaðan?
  • Um tú vinnur rættarsakina, er konfliktin so loyst?
  • Um nú hin vinnur rættarmálið, hvussu ávirkar hetta teg og konfliktina?
  • Hvussu hevði tað ávirkað teg, um ein loysn var funnin, um eina viku, ein mánaða, eitt ár.
  • Hvat væntar tú at fáa burturúr einum rættarmáli?


Hevur konfliktin skatt samskiftið?

  • Hevur konfliktin elvt til eisini at vera ein spurningur um at missa andlit ?
  • Hevði tað havt týdning fyri teg at fingið eina umbering ella at hin angraði?
  • Hevur umdømi, umtala, nakað at týða fyri nakran av tykkum?
  • Hava tit brúk fyri at fáa staðfest eitt dømi ? ella hvussu?
  • Eru møguleikarnir her avmarkaðir, eitt antin/ella ? ella eru aðrir møguleikar?
  • Hevur nakar av tykkum ein áhuga í at draga málið út?
  • Halda tit, at tit hava roynt alt - "at onki nyttar" ?


Hvussu byrjaði henda konfliktin?

  • Hvat var tað, sum gjørdi, at tit endaðu í hesi konflikt?
  • Hvussu og nær byrjaðu trupulleikarnir?
  • Hvør var osøkin til, at tit ikki kundi loysa hesa konflikt?
  • Hvat væntaði ella væntar tú av hinum?
  • Hvussu hevur tykkara samskifti annars verið áður?


Hvør skal loysa konfliktina?

  • Um tú hevði valið, hevði tú so viljað, at tit sjálvi funnu eina loysn ella, at ein triðjipersónur tók avgerð fyri tykkum - ein dómari, leiðari, myndugleiki etc.
  • Hevði tú vilja at tit einaferð aftrat í felag royndu at finna eina loysn?
  • Hvat hevur mest týdning fyri teg í hesum máli?
  • Heldur tú, at hin parturin vil ganga við til at royna at gera eina avtalu?
  • Hvat sigur títt bakland, um tú roynir at finna eina avtalu?
  • Eru onnur fólk, sum eru íblandað, ávirkað av konfliktini, kanska óbeinleiðis?
  • Hvørjum hava tit brúk fyri, fyri at gera enn eina roynd at tosa saman um eina loysn?
  • Hvussu sær ein góð framtíð út fyri tær (aftaná 1mánaða, 6 mánðar, 1 ár)?
  • Hvør skal avtalan vera, sum er nøktandi fyri teg?



Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo