Konfliktmekling

Ymiskar trætuloysnir

Ósemjur og trætur eru fortreytir fyri broytingum. Tær flestu trætur greiða vit í sátt og semju - tó ikki allar. Hvussu greiða vit trætur okkara, og hvussu nøgd eru vit loysnina?


Trætur skulu loysast - ikki vinnast

Flestu trætur verða loystar við samráðingum. Tosingarlagið er tó ymiskt og samráðingarevnini  ójøvn.  

Summar trætur lata vit til dómstólarnar at taka avgerð fyri okkum. Ùrslitið verður tá, at annar parturin fær rætt, vinnur, meðan hin tapir. Tað frammanundan vánaliga samskifti gerst enn truplari og slitnar. 

Aðrar trætur enda við maktnýtslu, t.d  við uppsøgn, noktan at samstarva, við verkfalli/verkbanni.

Maktnýtslan kann eisini verða beinleiðis harðskapur, happing og krígsførsla.

Vit eru tey nærmastu til at loysa okkara egnu trætur

Eru onnur betur skikkaði at greiða okkara trætur, enn vit sjálvi eru? 

Hava vit gjørt okkum greitt, um vit yvirhøvur ynskja eina loysn eftir tí leisti, sum rætturin ella myndugleikin nýtir, sum er ein rættarligur leistur, har avmarkað rúm er øðrum atlitum enn rættarligum.

Við at lata triðjapersón taka avgerð fyri okkum, siga vit samstundis frá okkum møguleikan at taka ábyrgd á loysnini.

Trætumekling (mediatón)

Partar sum ikki megna sjálvi at loysa eina ósemju ella trætu, men sum samstundis ynskja eina loysn, sum tey sjálvi finna fram, kunnu frá trætumeklara fáa hjálp at og tosa gjøllari um viðurskiftini, sum liggja til grund fyri ósemjuni. Meklarin virkar ikki sum ráðgevi ella kemur við uppskotum um loysnir, men virkar sum millumliður í samrøðuni millum partarnar. Partarnir finna sjálvir loysnina.

Vánaligt tosingarlag í samband við ósemjur elvir lættliga til misálit og mistulkingar. Fastlæstar trætur gera samskiftið vánaligt og trupult, og partarnir megna ofta ikki uttan hjálp at koma sær burturúr aftur trætuni. Er tú partur í trætu, sum tú ikki megnar at greiða, men sum tú kortini ynskir ein virðiligan enda á, og sum tú eisini hevur ávirkan á, so er trætumekling ein vegur at velja.

Í trætumekling royna teir ósamdu partarnir enn einaferð, hesuferð undir leiðslu meklarans, at koma til sættis í einum tryggum umhvørvi. Partarnir avtala frammanundan, at onki av tí sum fer fram, verður borið út, uttan so at annað er avtalað. Sama er galdandi fyri meklaran. 

Meklarin tekur ikki partí við nøkrum, men gevur eftir serligari skipan pørtunum møguleika at koma til orðanna og at lurta eftir hvør øðrum, og soleiðis seta seg inn í og skilja sjónarmiðini hjá hinum.

Við størri innliti í áhugamálinum hjá hvør øðrum, ávirkast egin sjónarmið, og nýggir møguleikar fyri semjuloysn koma undan kavi.


Samband

Turið Debes Hentze
Djúpagilsvegur 14
FO-188 Hoyvík

tlf. 519700

tdh@hentze.fo