Process ella innihald (Klimakreppa í Kbh)

17.12.2009

Proceduran í forhandlingunum er avgerandi – øll skulu vera við.

Tað er ógvuliga áhugavert at fylgja við – so frætt sum nú til ber gjøgnum fjølmiðlarnar.

Út frá forhandling- og konfliktteori, so hendur nú í Kbh. júst tað, sum ofta hendir, nevniliga at processin í forhandlingum verður negligerað ella undirmett.

Hedegaard og Løkke Rasmussen trýna, hart trýst, fram á skýggjan og halda, at nú skal tosast um innihald og ikki um process. Sum politikkarar eru tey von við at nýta makt heldur enn dialog – og ofta sleppa tey avstað við tí.

Men hesuferð sær út til, at hetta ikki gongur so væl.

Hetta at samrádingar ikki koma at snúgva seg um innihaldið, men um proceduruna er so klassiskt – og at ignorera proceduruna og bara pressa uppá – gevur ofta falska mentu. Hvussu minnast vit ikki, hvussu diskuterað bleiv í Paris á sinni um hvussu borðið skuldi síggja út, hvør skuldi møta fyrst og hvør skuldi ditt og datt.

Ein góð procedura er grundleggjandi fyri úrslitið. Hon skal nevniliga tryggja, at partarnir kenna seg á líka føti – áðrenn farið verður í gond við innihaldið.  Ofta er tað proceduran, manglandi hoyring og respekt, sum er størsti trupulleikin og ikki innihaldið.

Sjálvandi stinga trupulleikar seg upp, tá onkur ikki kennir seg hoyrdan og respekteraðan – ella hevur illgruna um – ella er bangin fyri – at vera trumlaður niður.

Hetta er ikki bara so á COP í Danmark, men er eisini galdandi í politiska lívinum í Føroyum. Nógv kundi verið betur avstaðfarið.

Listatrætan man vera eitt dømi um tað sama.

Svara her

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.