Øll eru ósek til til øvugta er staðfest við dómi ?!

Rein revsiváttan

Fyri tað um ein hevur reina revsiváttan, nýtist ein ikki at vera ósekur, og tað býður mær nógv ímóti so ofta at hoyra paroluna um, “at ein er ósekur til tað mótsatta er staðfest við dómi”, sagda sum tann æviga sannleikan.

Tað er ikki so – er “bara” galdandi sum eitt revsirættarligt grundstøði viðv. próvførslu í sjálvari rættarmálsviðgerðini.

Apropos neyðtøku, “samtykki til sex” , seksuellari misnýtslu av børnum, harðskapi innanveggja, so er tað als ikki ein nóg góð undanførsla fyri framdu gerðirnar at halda, “at so leingi ein ikki er dømdur í rættinum, so stendur væl til” . Bert eitt fátal av málum koma fyri dómstólarnar.

Ein frídømdur í hesum málum kann frøða seg, men úrslitið nýtir als ikki at vera rætt, tí dómarin er bundin at halda seg til ávísar strangar reglur um próvførslu, reglur sum ofta eru ónýtiligar í hesum málum. Rættarskipaninin hevur stórar avmarkingar, eisini á hesum økinum.

Justitsmorð við øvugtum fortekni

Justitsmorð við øvugtum fortekni, dokumentarurin Leaving Neverland (Mich. Jackson) er enn eitt týðuligt dømi um, hvussu trupul hesi mál eru at handfara hjá dómstólum, tí vanligu prógvini at nýta eru trupul at fáa undan kavi – júst orsakað av ofta tætta sambandinum millum partarnar – og ta fjaldu maktmisnýtslu, sum verður nýtt.

Dómstólsskipanin hevur sínar avmarkingar – og rættvísisvektin vísir ikki altíð rætt. Rættvísi og sannleiki verða í dómstólunum viðgjørd út frá ávísum spælireglum um lógarorðingar – og bert ávís ting sleppa á vektina. Slíkt sum kenslur og onnur atlit, relatiónir, hoyra ikki rættarhølinum til – hava ikki juridiska vekt.

Privat viðurskifti

Revsireglurnar eru fyrst og fremst gjørdar fyri at tæna ráðandi myndugleikunum, til tess at halda lóg og landaskil, og at revsa tann, sum brýtur landsins lógir. Familjuviðurskifti við harðskapi, neyðtøkum og incest, hava lóggevarar og dómsvald í áravis hildið seg burtur frá at revsa, sum tey eiga. Bæði av ókunnleika og avnoktan, men eisini tí at hetta vóru innanhýsis “privat” viðurskifti, sum ikki rakti maktapparatið sum so – og so var ivaleyst eisini ein kulturel góðtøka av at familjurnar máttu innrætta seg sum tær vildu, partanna egna skuld etc. og tað skuldi ein ikki blanda seg í.

Samtykki til sex

Jú broytingar henda, men rættarskipanin hevur ilt við at handfara slík mál, tí tey prógv sum vanliga nýtast í revsimálum ofta eru trupult at fáa fram ella kunnu ikki nýtast í hesum málum. Tí eru dómarar eisini skjótir at mótmæla, nú talan verður um uppskot um “samtykki til sex”. Hetta ger arbeiði teirra enn truplari í hesum frammanundan gruggutu rættarmálum.

Svara her

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.