Atlantic Airways

Atlantic Airways tilgóðaseðil

21. Mei 2020

Gott nýtt 🙂

Atlantic sigur nú, sum ein triðja møguleika, at pengarnir kunnu endurgjaldast kontant, um ferðin verður avlýst.

So er tað bara hasin tilgóðaseðilin, sum er alt ov avmarkandi:

  • hví velur AA ikki at siga, at tilgóðaseðilin skal brúkast innan 2 ár ístaðin, so hava vit betri stundir at umráða okkum, og tey 2 árini eru framvegis galdandi við hesi lítlu, men fyri okkum brúkarar avgerandi broyting.
  • skilji framvegis ikki at tilgóðaseðilin skal avmarkast til, at bara tann sami/sama sum keypti ferðaseðilin kann nýta hann. Tað átti at verið líka mikið fyri AA, um tað var eg ella onkur annar, sum brúkti henda innan 2 ár. Tað er jú AA sum avlýsir og ikki vit ferðandi.
  • Trúgvi heldur ikki at AA nýtast at vera bangi fyri, at føroyingarnir ikki fara á flog aftur – so skjótt sum møguleikin er har.

——————————————————————————————————————

Marknaðarføring tá hon er “best”.

So kom tilgóðaseðilin frá Atlantic Airways fyri túrin eg ætlaði mær á í maj í ár. Atlantic sendir mær mail, og sigur at túrurin er avlýstur og eg fái tveir møguleikar: 1. Tilgóðaseðil ella 2. Umbóking.

Faktisk vildi eg helst havt fingið pengarnar aftur, og so sjálv tikið støðu til nær eg ætlaði mær á flog aftur – men tann møguleikan havi eg ikki. Tað er so tað, men at geva ein so avmarkandi tilgóðaseðil sum henda, er mær ovboðið.

Brúka hann innan 1 ár.

Eg eigi kr. 989,- tilgóða hjá AA, og havi eg ikki bílagt mær eina nýggja ferð innan 14.mei 2021, so eru pengarnir mistir. Hetta er langt úti. Eitt er at vit fáa ein tilgóðaseðil tí gjaldføri hjá AA er pressað, men hasir pengarnir eru also okkara.

Undir protest

So eg taki móti tilgóðaseðlinum undir protest. Eg havi í veruleikanum rætt til at fáa pengarnar aftur og brúka teir sum eg vil, nú Atlantic ikki kann halda sín part av avtaluni okkara millum og hevur avlýst goldnu ferðina.

Eg havi ikki gjørt eina avtalu við AA um,

  • eg vil hava eina tilgóðaseðil ístaðin fyri kontantgjald, og havi heldur ikki góðtikið,
  • at eg skal hava bílagt mær nýggja ferð innan 14.mei næsta ár. Heldur ikki havi eg avtalað,
  • at tað er bert eg, sum kann nýta henda tilgóðseðil.

Kann ikki gevast øðrum.

Hatta er also mínir pengar, og tað minsta eg kann krevja sum rímiligan atburð frá Atlantic er, at eg tann læta henda tilgóðaseðil til onkran, sum kann brúka hann, um eg ikki geri tað, t.d. onkrum av børnum mínum.

Vánalig marknaðarføring

Haldi hetta er sera vánalig marknaðarføring, og tænir ikki AA til rós. Gávubræv, sum tú fær í einum handli eru galdandi í 5 ár, uttan so at avtala er gjørd um annað.

Vit royna at vera loyal mótvegis AA, men hetta setir kílar í loyalitetin. Her kann viðmerkjast, at SAS sum eisini er hart kroyst, hevur givið mær møguleikan at fáa kontant afturgjald ella taka móti einum tilgóðaseðli.

Svara her

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.