house money capitalism fortune

Ørir sethúsaprísir – tí lógin um sethúsasølu ikki verður fylgd

Sølan skal verða grundað á fastan útboðsprís. Tað stendur greitt í løgtingslógini um keyp og sølu:

Kontantprísur

§ 4.  Ognin skal verða boðin út fyri kontantprís. Ognin kann tó verða boðin út við áheitan um at geva tilboð, men í slíkum føri skal metti kontantprísurin verða upplýstur. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um licitatiónssølu, tá fastogn verður boðin til sølu, heruppií eisini um rættin til upplýsingar um givin boð.

Hvat merkir tað og hví sigur lógin tað?

Tað merkir ikki, at um vinnuligi seljarin lýsir við einum føstum prísi so er lógin hildin, og so kann hesin prísur verða grundarlag undir eini kappbjóðing millum keyparar, har enntá verður upplýst, hvat hægsta boð nú er.

Reglan um fastan prís er ásett júst fyri at forða fyri “uppøstari auktiónssølu” – og har keyparin er tann stóri taparin – tá tíðirnar eru sum í dag.

Hvussu eigur tað at gerast fyri at vera lógligt

Vinnuligi seljarin upplýsir prísin, ognin verður vurderað at kunna seljast fyri innanfyri eitt ávíst tíðarskeið.

Vinnuligi seljarin tekur móti keypsboði og kann boða boðgeva fra, um seljarin er nøgdur við boðið ella ikki, men hevur ikki loyvi at fortelja møguligum keyparum, hvørji boð annars eru innkomin.

Um áhugin er stórur, kann sølan bjóast út í boðrundu – framvegis grundað á upplýsta kontantprísin.

Boðrundur – licitatión – formel/óformel.

Tað eru hesar, sum skulu tryggja, tá stórur áhugi er fyri eini ogn, at keypsprísurin ikki verður kunstiga uppskrúvaður av rúsinum sum auktiónslíknandi søla, ofta gevur. Keyparar koma at bjóða nógv hægri enn tey fíggjarliga megna, og eisini nógv hægri enn ognin í veruleikanum er verd.

Hvar er ábyrgdin, politiski myndugleikin?

§ 4
Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um licitatiónssølu, tá fastogn verður boðin til sølu, heruppií eisini um rættin til upplýsingar um givin boð.

Allir vinnuligir seljarar mugu fylgja lógini!

Vinnuligi seljararnir og seljararnir sjálvir hava felags áhuga í at søluprísurin verður so høgur sum møguligt og draga eina línu mótvegis keypara.

Um ikki allir vinnuligir seljarar fáa álagt at fylgja lógini, so hendir onki, tí tann, sum vil selja sína ogn fer hagar, sum roknast kann við at mest fæst burturúr – og tað er við ólógligum auktiónssalgi.

2 thoughts on “Ørir sethúsaprísir – tí lógin um sethúsasølu ikki verður fylgd”

Svara her

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.