Sexsubjekt

“Eg eri ikki longur eitt sexobjekt! – segði hon.  

“Nei veitst tú nú hvat”, segði eg, “nýtist tað at vera so keðiligt, bara tí man nærkast teimum 60?”. Eg var tá 55 ár. “Tað er ikki keðiligt, tað er herligt”, segði hon!

Tað var hennara íkast hetta kvøldið til tað annars lívliga kvinnuprátið um menn, sex, ótrúskap, elskarar, dellir, rukkur, østrogenir og buglur sum flyta seg runt á kroppinum –  og so eitt sindur um børn eisini – mest ommubørn. Har vóru ungar og tilkomnar kvinnur, nýforelskaðar, singlar, giftar fráskildar, uppafturgiftar, og onkrar giftar við sama manni í hundrað ár, so sjónarhornini vóru mong og ymisk.

Hon tímdi ikki alt hetta snakkið um útsjónd og sex. Tað var eitt liðugt kapitul, segði hon. Hon sá annars út sum allar hinar – stásað upp við strípum og refleksum og glitrandi gevandtum – álík einum sexobjekti!

Hatta hevur ivaleyst okkurt við hana og mannin at gera, hugsaði eg. Tey eru kanska ikki so aktiv meir, og tað passar henni væl. Tað er kanska tað, sum er so herligt? Eg kundi illa trúgva, at tað skuldi vera herligt heilt at hava mist hugin og evnini at merkja sexuellu megina – framhaldandi at vera eitt sexobjekt.

Vaksni sonurin segði turrisliga við meg aftaná enn eitt kvinnuball. “Tað er øðiligt tit fokusera nógv uppá menn. Tá menninir eru saman tosa teir um fótbólt og bátar, sita ikki heila nátt og tosa um útsjónd, konufólk og børn.”

Ja, hví brúka vit, ungar sum eldri, so nógva orku uppá útsjónd og menn, sum annars mest tosa um fótbólt? Vinkonan gjørdi sína niðurstøðu, tá hon segði, at hon tímdi ikki prátið, tí hon var ikki meiri eitt sexobjekt!

Kanska misskilti eg vinkonuna. Hon segði jú onki um, og at hon var givin at  skeita eftir mannfólki. Kanska segði hon bara, at hesin spennandi, smikrandi, dominerandi…  og stravni leiklutur sum sexobjekt, har útsjóndin hevur nógv at týða, ikki longur var høvuðsleiklutur hennara -í hesum leiki, sum mest er leikstjórnaður av øðrum. Tað herliga var kanska, at nú leikstjórnaði hon sjálv. Var meiri eitt subjekt og minni eitt objekt.

Kanska var tað hon, sum misskilti prát okkara, tí eg haldi ikki, at orðið sexobjekt yvirhøvur varð nevnt.

Turið Debes Hentze tann 4. apríl 2005

Svara her

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.