Konstruktiv konfliktloysn

Dialogur

Ein træta er loyst konstruktivt, tá báðir partar eru nøgdir við úrslitið.  Hetta krevur at partarnir vilja eina loysn, vilja tosa saman, og leggja ta orku í, sum krevst, fyri at finna eina loysn. Ein slík loysn styrkir framhaldandi samskiftið og sambandið partarnar millum.

Hetta er tað mekling er um: at tosa saman.

Konfliktupptrapping/-og niðurtrapping

Konflikttrappan- hvussu slepst niður aftur
Hvussu sleppi eg niður aftur!

Konflikttrappan vísir, hvussu gongur, tá illa vil til.

Byrjanin kann vera trupul, og fyrsta uppgáva mín sum meklari er aloftast at átaka mær at fáa í lag aftur mistu kontaktina, og síðani hjálpa samtaluni á glið, og halda hesa á sporinum.

Og so skal sleppast niður aftur. Tað gerst við einum góðum samskifti, mekling:

Kensluligar avbjóðingar sum rættvísi og tørvandi viðurkenning eru ofta partur av gongdini.

Tú er vælkomin at seta teg í samband við meg og fá upplýst meiri um mekling, og hvussu ein mekling kann fást í lag. Tað er ókeypis.

Rættarmál ella konfliktmekling. Hvat eigi eg at velja?

Advokatyrki 

Eri givin at virka sum advokatur pr. 1. juli 2023!

Yrkisøki míni sum advokatur hava fevnt um rættarmálsførslu, revsimál og borgarlig mál, umframt løgfrøðisliga ráðgeving og gerð av skjølum knýtt at hesum. Løgfrøðilig ráðgeving snýr seg eisini um at finna loysnir og semjur – også samráðing.

Eg havi virkað sum advokatur siðani 1982, og uppgávurnar hava verið nógvar og ymiskar.

Kostnaður
Spyr um kostnaðin

-Skeyti: ráðgeving og umboðan í samband við keyp og sølu av fastogn, og kunning um tey rættindi/skyldur og tær fellur, sum har eru.

-samogn: Samognarspurningar, tá fólk eiga ognir saman, t.d. arva ella keypa ogn  saman og evt. upploysn av samogn.   Samognarsáttmálar. Knýtt at hesum er ofta eisini testamentsviðgerð.

Arvur, arvabrøkar og skifti: Tann løtan kemur fyri okkum øll, at støða skal takast til arv, arvabýti og skifti. Hvussu gera vit?

-Hjúnaskilnaður og separatión

Fá eitt prát

-Hjúnabandsskifti: Ein neyðug fylgja við hjúnaskilnaði er broyting í ognarviðurskiftum – ein fyri partarnar stór avbjóðing, sum avgjørt krevur fakligan kunnleika, um ein vil sær sjálvum væl.

Hjúnaskifti

Mekling

Í virki mínum sum advokatur, gjørdist mær støðugt meiri greiðari, at handfaringin av trætum, ósemjum, er knýtt at øðrum enn bert løgfrøðisligum reglum, og at einsporaði rættarvegurin oftast er ein neyðloysn, heldur enn ein góð loysn av eini trætu.

Havi við positivum úrslitið, sum konfliktmeklari havt nógvar ymiskar uppgávur:

Fyri  arbeiðspláss og stovnar: millum starvsfólk, leiðara og starvsfólkabólkar, millum leiðarar.

Innan familjurættarliga økið: ósemjur millum foreldur og børn, millum foreldur um børn, millum fosturforeldur og foreldur vm.

tímagjald
Kostnaður fyri mekling

Umframt havt fleiri skeið og fyrilestar.

Konfliktmekling gevur fleiri møguleikar enn tú veit.

Soleiðis nýtist ikki vera
Konfliktmekling gevur aðar møguleikar.
Kanska eru vit ikki so ósamd kortini.

Her ein video við Mie frá Nordiskum Medatorum, sum stutt sigur, hvat gongur fyri seg á einum konflikmeklingarfundi

Til ber at lesa meiri um meg her.