Har ikki annað er nevnt, verður mvg lagt aftrat prísinum!
Kostnaðurin er ásettur sum.
– tímagjald
– kostnaður í mun til virði og tímanýtslu
– ella verður ásettur við serligari avtalu.
Ókeypis fyrsti fundur og kunning um kostnað!
Ókeypis at venda sær til mín at fáa eina fyrstu meting um støðuna, og eina kunning um kostnað mín fyri at umboða tygum.
Tímagjaldið
Um ikki annað er avtalað ella upplýst, verður avroknað sambært tímanýtslu, grundað á:
- fyrireikandi arbeiði og gjøgnumlestur av tilfari
- munnligt samskifti við klientin ella onnur vegna klientin
- skrivligt samskifti við klientin og onnur vegna klientin
- evt. fundarvirksemi og møti í rættinum
- gjøgnumgongd og kanningar í málinum
- skrivligt arbeiði, sáttmálagerð o.a.
Støddin á tímaprísinum velst um arbeiði sum gjørt verður.
Tímagjaldið er frá kr. 1.280 – 1.520. Íroknað mvg. ávikavist kr. 1.600 og kr. 1.900. Upphæddin velst um arbeiðið, sum gjørt verður.
Minstikostnaður!
Fyri ávísar tænastur er ein minstikostnaður – óansæð tímabrúk, sí her.