Nær er ráðiligt at fáa sær advokatumboðan
Longu tá farið verður av álvara at bjóða uppá eini hús er skilagott at lata seg umboða av advokati:
- fyri at tryggja sær at boðgevingin fer fram á rættan hátt
- fyri at tryggja sær at røttu spurningarnir verða settir
Advokatkostnaður
Avtalast kann, at kostnaður fyri boðgeving og fyrireikandi arbeiði bert verður roknaður, um so er at handilin fæst í lag, tikið verður av boðnum.
Hava positivar útreiðslur verið, so skulu hesar tó gjaldast.