Arvur uttan testamenti

arvabýtiðArvur uttan testamenti

Er onki testamenti gjørt verður arvurin býttur sambært arvalógini:

Persónarnir, sum kunnu arva sambært lógini, eru:

  • Hjúnafelagaðar
  • Børn

Um ongi børn eru – so foreldur
Um ongi foreldur eru – so systkin
Um ongi systkin eru – so ommur og abbar
Um omma og abbi ikki eru – so avkomar teirra til og við systkinabørn

Obs!
Ógift samlivandi arva ikki hvønn annan.


Arvabrøkarnir eru hesir:

Hjún við børnum:
Hjúnafelagin: 1/3 av helvtini av felagsbúnum hjá hjúnunum. Hin helvtina eigur eftirlivandi hjúnafelagin.
Børnini arva: 2/3 av helvtini av felagsbúnum hjá foreldrunum.Hina helvtina eigur eftirlivandi foreldri.

Hjún uttan børn:
Eftirsitandi hjúnafelagin arvar alt. Skiftast skal, og tá seinni doyr, verður býtt í tvey, so arvurin fer við helvtini til hvørja familju, um ikki annað er avgjørt við testamenti. 

 

Óskift búgv:

Longstlivandi við felagsbørnum kann velja ístaðin fyri at skifta at sita við óskiftum búgvi, og tá verður ikki skift fyrrenn, tá longslivandi doyr.

Við serbørnum, also børnum hjá fyrra deyða hjúnafelagnum, kann eftirsitandi hjúnafelagnin ikki  sita  við óskiftum búgvi, uttan so at tey geva samtykki. Annars skal skiftast við hesi.

Við skifti aftaná at longstlivandi, (sum hevur sitið við óskiftinum búgvi við felagsbørnum) arva børnini alt.