Ásetingin av kostnaðinum

Advokatkostnaður verður ásettur sambært tímanýtslu.

Tímatakstur kann vera sera ymiskur millum advokatar, umframt  at vera ymiskur hjá tí einstaka, ásettur eftir innihaldinum í arbeiðinum. Er talan um framleiðslu av skjølum, sáttmálum o.t. , rættarmálsførslu, handfaring av stórum virðum, serligt kvalificerað lógararbeiði osv.

Tímataksturin fyri vinnuliga ráðgeving er tó framvegis ofta hægri enn ráðgeving til privat, hetta tí at

  • advokaturin krevur hægri tímagjald fyri handfaring og ábyrgd av stórum pengavirðum
  • vinnufyritøkan hevur betur ráð at gjalda
  • vinnufyritøkan dregur advokatkostnaðurin frá sum rakstrarkostnað
  • vinnufyritøkan fær mvg´ið endurgoldið